- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stór uppgáva bíðar U21-landsliðnum í fótbólti
Stór uppgáva bíðar føroyska U21-landsliðnum, sum vitjar Frakland á Stade de l'Épopée í Calais í Fraklandi í kvøld.
Í fjør skelkaðu Føroyar fronsku stjørnurnar, tá dysturin á Ovara vølli endaði 1-1 við máli frá Steffani Løkin. Hetta er einasta mál, sum Frakland hevur latið inn í undankappingini, og tí kann roknast við, at heimaliðið er tendrað í kvøld.
- Franska U21-liðið er mannað við leikarum, sum dagliga spæla í størstu kappingunum í Evropa, so tað er einki at ivast í, at hetta verður ein stór avbjóðing fyri okkum. Men hvørki teir ella vit hava gloymt javnleikin í Gundadali í fjør, so tað er sjálvandi við góðum treysti, at vit fara á vøllin aftur hesaferð, sigur føroyski venjarin, Sámal Erik Hentze við heimasíðuna hjá FSF.
- Teir eru krútsterkir, tað vita vit. Men vit skulu allíkavæl ikki gera teir betri enn neyðugt. Tí tað er einki at ivast í, at okkara spælarar kunnu geva teimum ein skarpan gang. Tað prógvaðu vit á heimavølli í fjør, sigur Sámal Erik Hentze.
Føroyar eru á triðja plássi í bólkinum við seks stigum, sum eru komin í hús við sigri á Armenia, og trimum javnleikum móti Fraklandi, Norðurmakedónia og Serbia.
U21 EM-undankappingardysturin millum Frakland og Føroyar verður stroymdur beinleiðis á kvf.fo, og byrjar klokkan 19:45.