USA lovar ES gass, so tað slepst undan orku úr Russlandi

USA lovar ES gass, so tað slepst undan orku úr Russlandi
Joe Biden, forseti, og forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, hava havt tíðindafund í dag
Hýrurin var góður, tá Joe Biden, forseti, og forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, hildu felags tíðindafund í dag.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
25.03.2022 - 14:08

USA hevur givið ES lyfti um 15 milliardir rúmmetrar av jarðgassi í ár, so at ES ikki hevur fyri neyðini at fáa orku úr Russlandi.

- Russiski forsetin, Vladimir Putin, brúkar orku til at noyða og manipulera sínar grannar, og yvirskotið av inntøkunum, sum hann fær av søluni, brúkar hann til at fíggja russisku krígsmaskinuna, segði amerikanski forsetin, Joe Biden, á tíðindafundi saman við Ursulu van der Leyen, forkvinnu í ES-nevndini, í dag.

Ursula von der Leyen vísti á, at semja er um revsitiltøkini móti Russlandi, og at tiltøkini máa undan møguleikanum hjá Putin at fara í kríggj.

- Kríggið verður eitt strategiskt tap fyri Putin, sigur forkvinnan í ES-nevndini.

 

Styrkja orkusamstarvið

Ætlanin er nú, at ES og USA skulu styrkja transatlantiska orkusamstarvið.

- Vit eru samd um felags leist fyri tað, og vit seta ferð á tilgongdina at skapa trygga framtíð við reinari orku, segði Joe Biden á tíðindafundinum.

Sambært upplýsingum frá Hvítu Húsunum fer ES-nevndin at samstarva við ES-limalondini fyri at tryggja umleið 50 milliardir rúmmetrar av jarðgassi til londini innan ár 2030. 

USA fer at senda flótandi jarðgas (LNG) við farmaskipi til Evropa.

Umframt at avmarka innflutningin úr Russlandi, verður arbeitt við at minka tørvin á gassi.

Von der Leyen og Biden nevndu m.a. vetni, ravmagn og snildar orkuloysnir sum íløgu í burðardygga framtíð.

 

Avmarka orku úr Russlandi

Týska stjórnin boðar í dag frá, at hon avmarkar innflutningin av orku úr Russlandi eftir russisku innrásina.

Týska handils- og idnaðarmálaráðið hevur boðað frá, at Týskland longu í juni minkar innflutningin av olju úr Russlandi niður í helvt, og gevst at innflyta kol í heyst.

Týski vinnumálaráðharrin, Robert Habeck, ássanaði kortini, at innflutningurin av gassi er ikki so einfaldur at skerja. 

Týskland verður ikki leyst av russiskum gassi fyrr enn miðskeiðis í 2024, skrivar AP.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. mars
Morgunlestur mikudagur 18.mars 2026
205766
Týsdag 17. mars
Valkøn týskvøldið 17. mars 2026
205792
Týsdag 17. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205760
Týsdag 17. mars
Morgunlestur týsdagur 17.mars 2026
205617
Mánadag 16. mars
Valkøn mánakvøldið 16. mars
205726
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. mars
Tinggáttin
205791
Týsdag 17. mars
Veðrið
205784
Týsdag 17. mars
Valkøn, mánakvøldið 16.mars
205758
Týsdag 17. mars
APO00161 - teknmálstulkað
205757
Týsdag 17. mars
Andgletturin - Tjóðveldi
205756