Talsmaður hjá Putin: Kríggið endar í næstum

bannari
Talsmaður hjá Putin: Kríggið endar í næstum
Dmitrij Peskov váttar nógv av tí, sum illgruni hevur um leingi
Dmitrij Peskov er talsmaður hjá russiska forsetanum, Putin. Hann væntar, at kríggið í Ukraina endar skjótt.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
08.04.2022 - 13:35

Ein samrøða, sum talsmaðurin hjá Vladimir Putin, forseta, Dmitrij Peskov, hevði við Sky News í gjárkvøldið, hevur vakt stóran ans.

Hann váttaði nógv av tí, sum illgruni hevur verið um leingi.

Peskov segði, at Russland hevur mist nógv fólk í krígnum, og at kríggið fer at enda í næstum:

 

1520479

 

Talan er um eina serliga fráboðan frá Dmitrij Peskov, sigur tíðindamaðurin í uttanríkismálum hjá Kristeligt Dagblad, Jens Worning.

Men tað hevur altíð týdning, tá Peskov kemur við eini fráboðan, tí endamál hansara er at verja Vladimir Putin, forseta, fyri ringa umrøðu. Og eingin ivi er um, at Peskov roynir at skipa eina neyðlending fyri russiska forsetan.

Dmitrij Peskov sigur beinleiðis, at Russland hevur mist nógv fólk í krígnum, og tað er í andsøgn við alt tað, sum Russland higartil hevur sagt.

Peskov segði eisini í samrøðuni, at kríggið endar skjótt, men tað veit hann ikki, tí ta avgerðina hevur Peskov einki við at  gera. Kortini er tað er áhugavert, sigur Jens Worning:

 

1520480

 

Jens Worning sigur, at Vladimir Putin ikki kann taka herdeildirnar aftur úr Ukraina, uttan at hava okkurt, sum líkist einum sigri. Og fær Russland tamarhald á Donbass-landspartinum, so er talan um ein lutvísan sigur.

Men Peskov leggur eisini dent á, at stríðið verður hart, ella endar kríggið við samráðingarborðið.

 

Russland hevur mist nógv fólk í krígnum í Ukraina. Henda myndin er av russiskum hermanni í havnarbýnum Mariupol (Mynd: Ritzau Scanpix)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209
Mánadag 13. januar
Hansina - teknmálstulkað
186205