Akraberg fer at fiska svartkalva

Akraberg fer at fiska svartkalva
Sam­herji í Íslandi hevur keypt Akra­berg frá Fram­herja
Akraberg er endaður aftur í Íslandi. Hann fer nú at eita Snæfell.
Mynd: Marine Traffic  
 
10.05.2022 - 08:19

Frystitrolarin Akraberg skal eita Snæfell, skrásetast á Akureyri og fiska svartkalva, tá hann í næsta mánað kemur til Íslands.

Sam­herji hevur keypt Akra­berg frá Fram­herja.

Trolarin var bygdur í Noregi í 1994 fyri eitt íslendskt felag.

Tað felagið fór upp í Samherja í 1997, og tá fekk Samherji trolaran, sum var seldur til Týsklands.

Hann kom aftur í flotan hjá Samherja í 2002, var longdur 18 metrar, og fór so aftur til Týslands í 2007. 

 

Til Føroya í 2013

Haðani keypti Framherji so skipið í 2013.

Og nú endar trolarin enn einaferð hjá Samherja.

18 mans vera við Snæfelli, sum skal fiska svartkalva í íslendskum sjógvi.

Skipið er nú í Fredrikshavn, har tað verður umbygt.  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. mai
Ein dagur í Nuuk - teknmálstulkað
192506
Mikudag 28. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192491
Týsdag 27. mai
Veðrið
192469
Týsdag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192266