412 føroyingar fingu hjálp frá Reyða krossi í fjør

412 føroyingar fingu hjálp frá Reyða krossi í fjør
282 børn vóru millum tey 412 fólkini, sum í fjør fingu mat og klæði frá Reyða krossi
Í fjør fingu 412 fólk, teirra millum 282 børn, hjálp frá Reyða krossi, tey fingu mat og klæði
Mynd: savnsmynd  
 
23.05.2022 - 11:11

Í ársfrágreiðingini hjá Reyða krossi fyri 2021 stendur, at bæði einstaklingar og familjur fáa hjálp.

Talan er um barnafamiljur, har foreldur eru lesandi, støk, arbeiðsleys, í sosialum truppulleikum, sjúk ella hava lítla inntøku.

Í fjør fingu 412 fólk, teirra millum 282 børn, hjálp frá Reyða krossi, tey fingu mat og klæði.

Ein triðingur fekk bæði mat og klæði.

 

Samstarvar við Barnabata

Klædnahjálpin kom í 2013 og mathjálpin í 2020.

Reyði krossur hevur samstarv við Barnabata um jólahjálp.

Á jólum í fjør fingu 264 barnafamiljur 1000 kr. hvør frá Reyða krossi.

Reyði krossur letur eisini bøkur til børn og ung, sum eru í Landssjúkrahúsinum, Kvinnuhúsinum ella Barnaheiminum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846