Keyptu brúkt klæði fyri 2.900 kr. um dagin

Keyptu brúkt klæði fyri 2.900 kr. um dagin
Sølan vaks í endurnýtsluhandlunum hjá Reyða krossi í fjør
Sølan í klædnahandilin hjá Reyða krossi í Stiðjagøtu í Havn setti met í fjør.
 
23.05.2022 - 08:32

Fólk eru farin at keypa og brúka nógv fleiri brúkt klæði.

Í hvussu so er seldi endurnýtsluhandilin hjá Reyða krossi í Stiðjagøtu í Havn fyri næstan 2.900 kr. um dagin í fjør.

Sølan setti met í fjør. Selt var fyri eina millión og góðar 239.000 kr.

Í 2020 var selt fyri 866.000 kr. og í 2019 fyri 974.000 kr. 

Barnaklæðir áttu 27 prosent av søluni í fjør.

 

Eisini størri søla á Bryggjubakka

Handilin á Bryggjubakka hevur selt fyri munandi meira í fjør, tá hann seldi fyri 138.000 kr. Í 2020 var sølan 85.000 kr.

Korona gjørdi, at sølan ikki bleiv so stór í 2020 og í fjør.

Bókasølan seldi fyri góðar 160.000 kr. í fjør, sum er nakað meira enn í 2020.

Og endurnýtsluhandilin í Vági seldi fyri 127.500 kr. í fjør, sum er væl meira enn onnur ár.   

 

Jóannes heldur fram

Jóannes Eidesgaard heldur fram sum formaður í Reyða krossi eftir aðalfundin, sum var í gjár.

Torfinn Højgaard er næstformaður, og Mary-Ann Thomsen er kassameistari.

Hinar í nevndini eru Kristianna Winther Poulsen og Súsanna Thomsen.

Bæði Jóannes Eidesgaard og Torfinn Højgaard stóðu fyri vali á aðalfundinum og vóru afturvaldir.

 

Jóannes Eidesgaard heldur fram sum formaður í Reyða Krossi Føroya.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532