Korona: 15 mió. fólk í Shangai skulu vera við hús

Korona: 15 mió. fólk í Shangai skulu vera við hús
Tað er bara ein vika síðani, at fólk í Shanghai aftur kundu liva sum vanligt, men nú verða tiltøk aftur sett í verk
15 milliónir fólk í Shangai hava fingið boð um at halda seg heima, til kanningarnar eru lidnar.
 
10.06.2022 - 15:28

Í gjár vóru 11 tilburðir av koronu staðfestir í kinesiska býnum Shanghai. Tað hevur havt við sær, at myndugleikarnir hava givið fólki boð um at lata seg kanna, og í summum økjum er so stórur ivi, at 15 milliónir fólk mugu halda seg við hús.

Í gjár tóku myndugleikarnir stig til at kanna 2,6 milliónir fólk í Minhang-býarpartinum, og har vóru 11 tilburðir staðfestir. Tað hevur fingið myndugleikarnar at geva boð um at kanna fólkið í sjey øðrum býarpørtum.

15 milliónir fólk hava tí fingið boð um at halda seg heima, til kanningarnar eru lidnar.

Verður eingin smitta funnin, sleppa fólk at liva sum vanligt.

Tað er bara ein vika síðani, at fólk í Shanghai aftur kundu liva sum vanligt, eftir korona gjørdi, at býurin læt aftur. Í meira enn tveir mánaðir máttu 25 milliónir fólk halda seg við hús.

Handlar, verksmiðjur, skrivstovur og almenn pláss vóru stongd, skrivar NTB.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815