Stendur á jøvnum í Fraklandi eftir fyrra valumfar

Stendur á jøvnum í Fraklandi eftir fyrra valumfar
Ein forsøgn vísir, at bara 0,7 prosent eru á muni millum samgonguna hjá Emmanuel Macron, forseta, og vinstrasamgonguna, Nupes
Tað stendur á jøvnum eftir valið í Fraklandi í gjár, men forsøgirnar fyri seinna valumfar, sum verður sunnudagin, vísa, at samgongan hjá Macron, forseta, fer at vinna.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
13.06.2022 - 08:46

Tað stendur mestsum á jøvnum eftir tjóðartingsvalið í Fraklandi í gjár.

Franski forsetin, Emanuel Macron, og hansara mið-høgra samgonga, Ensamble, og vinstrasamgongan, Nupes, eru so at siga javnar eftir valið í gjár.

Mett verður, at Emmanuel Macron og samgonga hansara fáa millum 255 og 295 sessir. Tað skulu 289 sessir til at fáa meiriluta. Tískil er óvist, um Macron og samgonga hansara varðveita meirilutan.

Sambært einari forsøgn, eru bara 0,7 prosent á muni millum Ensamble og Nupes eftir valið í gjár, skrivar tíðindastovan, Ritzau.

 

Seinna umfar sunnudagin

Talið á atkvøðum í fyrra valumfari er ikki avgerandi fyri tjóðartingsvalið. Tað verður avgjørt sunnudagin, tá ið seinna valumfar verður.

Tær forsøgnirnar vísa, at samgongan hjá forsetanum vinnur tryggan meiriluta av teimum 577 sessunum í franska undirhúsinum.

Fyribils forsøgnin frá í gjár vísir eisini, at Marine Le Pen og flokkur hennara fáa 19,3 prosent av atkvøðunum, og at flokkurin fær 20-45 sessir.

Á forsetavalinum í Fraklandi, sum var í apríl, fekk Le Pen 42 prosent av atkvøðunum, Emmanuel Macron fekk 58 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815