Bonusskipanir eiga at verða eftirmettar

Bonusskipanir eiga at verða eftirmettar
Uni Rasmussen, landsstýrismaður, ætlar at umskipa umsitingina av almennum fyritøkum
Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, varðar av fleiri almennum partafeløgum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.06.2022 - 09:53

Landsfyritøkur eiga at vísa varsemi, tá bonusskipanir verða gjørdar, og tá eitt tíðarskeið er liðið, eigur at verða eftirmett, um gjaldið stendur mát við tey avrik, sum stjórin hevur ávirkan á.

Tað sigur Uni Rasmussen, landsstýrismaður, í svari til Ingilín Didriksen Strøm, løgtingskvinnu, sum spurdi um lønarviðurskiftini hjá stjóranum í Posta og stjóralønirnar í øðrum almennum partafeløgum.

Uni Rasmussen sigur, at tá stjórin í Posta var settur í 2011, var avtalað, at hann skuldi fáa 86.000 kr. um mánaðin umframt 15 prosent í eftirløn. Haraftrat var ein bonusskipan avtalað, sum var knýtt at arbeiðnum at fáa lønsemi í Posta.

 

 

Nevndin í Posta sigur, at grundlønin hjá stjóranum hevur verið óbroytt í 10 ár, og í fjør var hon hækkað 8,14 prosent. Bonusgjaldið var broytt, soleiðis at tað nú er knýtt at rakstraríkastinum og úrslitinum fyri skatt.

Stjóralønin í fjør var eina millión 283.000. 405,52 kr. Og bonusgjaldið var 377.674,48 kr. 

Tað er nevndin, ið ger samsýningarpolitikk fyri stjórnina í fyritøkuni, og hon vildi, at samlaða lønin er sett saman av eini grundløn og einum bonusgjaldi, sigur Uni Rasmussen.

Stjóralønirnar í teimum partafeløgum, ið hoyra undir málsøkið hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, vóru hesar í fjør:

 

 

Uni Rasmussen sigur, at Fíggjarmálaráðið hevur arbeitt við at umskipa umsitingina av almennum fyritøkum.

Uppskot um leiðreglur er gjørt, og verður nú viðgjørt politiskt.

Málsetningar fyri fyritøkuna og reguligt samskifti um viðurskifti, ið hava týdning fyri langtíðarmál og avrik hjá fyritøkuni, eru týðandi partur av leiðreglunum, sigur Uni Rasmussen í svarinum til Ingilín Didriksen Strøm.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 31. mai
Bolero
209059
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni í Havn
209051
Leygardag 30. mai
Norðoyastevnan 90 ár
209022
Leygardag 30. mai
Jambalaja - 290526
209017
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta
209058
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta
209057
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044