Conference League: Víkingur og HB gott lutakast

Conference League: Víkingur og HB gott lutakast
HB skal spæla ímóti Newtown úr Wales, meðan Víkingur fekk Europa FC úr Gibraltar í fyrsta umfari av Conference League hjá UEFA. B36 fekk Boruc úr Bosnia Hersegovina
HB, Víkingur og B36 skulu spæla Conference League-fótbólt í summar
 
14.06.2022 - 12:09

HB og Víkingur fingu gott lutakast í Conference League-kappingini hjá UEFA, meðan B36 fekk eina trupla uppgávu.

HB skal spæla ímóti walisiska liðnum, Newtown, í fyrsta umfari. HB fekk heimavøll í fyrra dystinum, meðan returdysturin verður í Wales.

Víkingur fekk Europa FC í Gibraltar í fyrsta umfari. Eins og HB skal Víkingur spæla á heimavølli fyrst og returdystin á útivølli.

B36 tykist hava fingið tað truplasta lutakastið av teimum trimum føroysku feløgunum í kappingini. 

Árstalsfelagið í Havn skal royna seg ímóti Borac Banja Luka úr Bosnia Hersegovina. B36 byrjar á útivølli og spælir seinna dystin í Føroyum.

Dystirnir verða spældir 7. og 14. juli.

Bolt.fo hevur mett um mótstøðuliðini undan lutakastinum, og sambært teirra meting skulu HB og Víkingur verða glað fyri sítt lutakast, meðan B36 fekk tað sterkasta liðið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485