Lívlangt fongsul fyri dráp og drápsroynd

Lívlangt fongsul fyri dráp og drápsroynd
Maðurin, sum koyrdi ein vøruvogn inn í eina mannamúgvu í Toronto í 2018, skal sita dómin út í eitt
10 fólk doyðu, tá ein maður við vilja koyrdi inn í eina mannamúgvu í Toronto í Kanada í 2018. Nú er maðurin dømdur lívlanga fongsulsrevsing.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
14.06.2022 - 09:26

Í Kanada er ein maður í 30-árunum dømdur fyri at hava dripið 10 fólk og fyri 15 drápsroyndir, tá hann í apríl mánaði 2018 koyrdi ein vøruvogn inn í eina mannamúgvu í Toronto. 

Dómarin dømdi mannin lívlangt fongsul fyri hvørt av teimum 10 mannalívunum, sum hann hevur oyðilagt, og 20 ára fongsul fyri hvørja drápsroynd.

Drápsmaðurin skal sita dómin út í eitt, og tað merkir, at hann um 25 ár kann søkja um treytaða fongsulsrevsing.

Átta kvinnur og tveir menn lótu lív í álopinum, og ein kvinna, sum fekk álvarsligan skaða, doyði í fjør av løstunum. 

 

Maðurin leigaði vørubilin, sum hann brúkti til at koyra á mannamúgvuna. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Hataði kvinnur

Stutt fyri álopið leigaði álopsmaðurin ein vørubil  og koyrdi við nógvari ferð framvið gongubreytini í eini handilsgøtu í Toronto við tí endamáli at drepa so nógv fólk, sum til ber.

Tað er komið fram, at hatur til kvinnur var størsta drívmegin hjá honum til at fremja illgerðina, kvinnuhatur, sum sambært álopsmanninum, er, tí kvinnur ikki hava viljað verið í parlagi við seg. 

Maðurin var 25 ára gamal, tá hann framdi álopið.

Dómarin, Anne Molloy, legði dent á, at revsingin er lívlangt fongsul.

 

Kann verða royndarleyslatin

- Hetta er ikki fongsul í 25 ár, segði hon. 

Maðurin kann tó søkja um at verða royndarleyslatin 25. hvør ár, men tað merkir ikki, at hann viðhald.

Illgerðin og andstygdin í tí, sum hann hevur gjørt, verðir tikið við í metingina, tá støða skal takast til, um hann skal verða royndarleyslatin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815