Innflutningurin av olju úr Russlandi vaksin eina helvt

Innflutningurin av olju úr Russlandi vaksin eina helvt
Í mai keypti Kina 8,4 mia. tons av olju úr Russlandi
Russland útflytir olju til Kina gjøgnum rørleiðingar, sum ganga gjøgnum Sibiria og Kyrrahavið, og við tangaskipi.
Mynd: Savnsmynd.  
 
20.06.2022 - 16:30

Kina innflutti í mai 55 prosent meira av ráolju úr Russlandi, enn sama mánað í fjør. 

Tað skrivar Reuters.

Hetta hendir samstundis sum fleiri lond í vesturheiminum eftir russisku innrásina í Ukraina hava sett tiltøk í verk móti innflutingi av olju úr Russlandi.

Russland útflytir olju til Kina gjøgnum rørleiðingar, sum ganga gjøgnum Sibiria og Kyrrahavið, og við tangaskipi. 

Í mai útflutti Russland nærum 8,42 millardir tons av olju til Kina, vísa kinesisk hagtøl, sum eru almannakunngjørd í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. mars
Sophilia: 15 ár
205189
Hósdag 5. mars
Filip: Í dans
205173
Hósdag 5. mars
Bjarki: Nú liggur ein kavafonn
205174
Hósdag 5. mars
Jóhanna: Farin
205175
Hósdag 5. mars
Anna Lovisa: Eitt kvøldið so siðla
205176