Helgi gjørdi slætt borð

Helgi gjørdi slætt borð
Helgi Winther Olsen vann FM-kappingina í vegasúkkling, sum var á Sandoynni um vikuskiftið, og hevur sostatt vunnið heili fimm FM-heitið síðstu vikuna
Helgi Winther Olsen og Hilmar Hansen arbeiddu saman part av teininum
Mynd: sst.fo  
 
21.06.2022 - 09:16

Helgi Winther Olsen var skjótastur, tá FM-kappingin í vegasúkkling endaði á Sandoynni um vikuskiftið. Hann hevur vunnið fimm føroyameistaraheiti í súkkling upp á eina viku, skrivar sst.fo.

Kappingin var, sum so nógvar aðrar ítróttarkappingar, flutt frá leygardegi til sunnudag, og teir 103 kilometrarnir skuldu sostatt súkklast í dýrdarveðri. Tað var upp í 18 stig, og súkklað var ágangandi og skjótt mestsum allan teinin.

Tveir av sterkastu súkklarunum í føroyska feltinum, Helgi Winther Olsen og Hilmar Hansen sluppu undan hinum og samstarvaðu í mótvindinum um at økja um leiðsluna aftur til Jákup Petur Eliassen og Gunnar Dahl-Olsen, sum súkklaðu hvør sær.

Helgi fór undan

Helgi Winther Olsen hevur víst stóra styrki farnu vikuna, og hann hevði eisini meir eftir í tanganum, tá teinurin skuldi avgerast. Í undanvindinum setti hann á, og Hilmar Hansen megnaði ikki at hanga í. Tá komið varð á mál í Skálavík var munurin ímillum teir báðar 2.16 minuttir, og Helgi Winther Olsen endurvann sostatt FM-heitið í vegasúkkling.

Jákup Petur Eliassen endaði á triðja plássi.

Helgi Winther Olsen hevur vunnið fimm FM-kappingar upp á eina viku. Hann vann eisini tær báðar kappingarnar í fjallasúkkling síðsta vikuskiftið.

Anida vann hjá kvinnunum 

Bert tveir luttakarar vóru í kappingini við kvinnum. 61 ára gamla Anida Johannensen var skjótari enn Adél Gyepes á 61 kilometra langa teininum og fór avstað við FM-heitinum.

Anida Johannesen vann kappingina við kvinnum (MYND: sst.fo)

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Leygardag 5. september
Plátupanelið #41 (One & Done)
212762
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572