SAS fær ongar pengar frá norsku stjórnini

SAS fær ongar pengar frá norsku stjórnini
Norska stjórnin, sum áður hevur veitt kreppurakta SAS fíggjarliga kreppuhjálp, fer ikki at veita flogfelagnum nýggjan kapital. Heldur verður skuldin umløgd til partabrøv.
 
28.06.2022 - 09:18

Norski vinnumálaráðharrin, Jan Christian Vestre, frá Arbeiðaraflokkinum, sigur, at stjórnin hevur tikið støðu í málinum um skandinaviska flogfelagið SAS, sum er í kreppu.

- Stjórnin fer ikki at veita flogfelagnum nýggjan kapital, men vil í staðin leggja um skuldina til partabrøv, sigur Vestre.

Umfatandi broytingar verða um dagarnar gjørdar í SAS, og fleiri sparingar eru fráboðaðar.

Noreg seldi sín part í felagnum í 2018, men undir koronufarsóttini veitti staturin felagnum eina milliard krónur í kreppuhjálp gjøgnum veðhald fyri láni.

Og tað er henda skuldin, sum nú kann leggjast um til partabrøv.

Danmark hjálpir

SAS hevur lænt pengar frá Noregi, Svøríki og Danmark. Svenska stjórnin hevur eisini víst aftur at seta fleiri pengar í SAS. 

Hinvegin, so er Danmark tilreiðar at strika skuld og seta nýggjar milliardir í SAS fyri at varðveita ognarskapin í felagnum. 

Danmark hevur eisini nevnt møguleikan at leggja um 3,5 milliardir av láninum til SAS til partabrøv.

Flogfelagið hevur týdning fyri nógvu arbeiðsplássini á og kring flogvøllin í Kastrup, skrivar E24.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129