Mette Frederiksen fær ábreiðslu frá meiriluta í Fólkatinginum

Mette Frederiksen fær ábreiðslu frá meiriluta í Fólkatinginum
Ein meiriluti í Fólkatinginum hevur givið Mette Frederiksen, forsætisráðharra, og Mogens Jensen, fyrrverandi ráðharra, ábreiðslu fyri teirra leiklut í sonevnda minkamálinum.
 
05.07.2022 - 13:00

Mette Frederiksen, forsætisráðharri, og fyrrverandi ráðharrin, Mogens Jensen, hava fingið eina ábreiðslu frá einum meiriluta í fólkatinginum fyri teirra leiklut í sonevnda minkmálinum í november í 2020.

Ábreiðslan er givin, eftir at ein nevnd kannaði viðurskiftini. Nevndin legði fram frágreiðing um málið í farnu viku. Millum annað hevur nevndin víst á manglandi heimildir hjá stjórnini, villeiðandi útsøgnir hjá forsætisráðharranum og serstakliga atfinningarsaman atburð hjá embætisfólkum. 

Minkmálið formliga avgreitt

Flokkarnir, sum geva ábreiðsluna, eru Eindarlistin, Radikali flokkurin, SF og danski Javnaðarflokkurin, sum eisini er flokkurin hjá forsætisráðharranum. 

Polittiski framsøgumaðurin hjá Javnaðarflokkinum, Rasmus Stoklund, sigur, at nú er minkamálið formliga endað.

Andstøðan er misnøgd við avgerðina hjá Javnaðarflokkinum og stuðulsflokkunum, tí eingin vil viðganga, at nakað mistak er gjørt. Saman við andstøðuni er Fríi Grøni flokkurin, sum finst at hinum flokkunum á vinstraveinginum.

Politiska framsøgukvinnan hjá Vinstra, Sophie Løhde, er langt frá nøgd. Hon heldur, at ábreiðslurnar eru ússaligar og veikar, og tær standa als ikki mát við tann atburð og tey mistøk, sum eru framd. Hon vísir eisini á, at ábreiðslurnar ongan praktiskan týdning hava. 

Politiska spælið ikki av

Hóast forsætisráðharrin hevur fingið eina nøs, so er polittiska spælið neyvan av.

Radikali flokkurin hevur boðað frá, at forsætisráðharrin eigur at skriva út val í seinasta lagi 4. oktober, ella verður flokkurin noyddur til at seta fram misálitisuppskot á stjórnina. 

Men hetta vil Mette Frederiksen, forsætisráðharri, ikki taka støðu til enn. 

- Eg lurti eftir, hvat flokkarnir siga. Men tá tað kemur til, nær val verður útskrivað, so havi eg onga viðmerking, sigur forsætisráðharrin. 

Forsætisráðharrin greiðir eisini frá, at hóast tað í frágreiðingini eru hvassar atfinningar móti embætisfólkum í stjórnini, so hevur hon enn fult álit á teimum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666