Uttanríkis- og Mentamálaráðið átalu frá umboðsmanninum

Uttanríkis- og Mentamálaráðið átalu frá umboðsmanninum
Løgtingsins umboðsmaður hevur givið Uttanríkis- og Mentamálaráðnum eina átalu í málinum um setan av skúlastjóra í Vestmanna
Jenis av Rana, landstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum
 
05.07.2022 - 14:25

Ein samd setanarnevnd mælti landstýrismanninum í uttanríkis- og mentamálum til at seta fyrst valda umsøkjara í starv sum skúlastjóri.

Men, Jenis av Rana, landsstýrismaður, valdi ikki at fylgja tilmælinum frá setanarnevndini.

Viðkomandi, ið annars var fyrst valdur, hevur síðani klagað handfaringina av setanini til Løgtingsins umboðsmann.

Umboðsmaðurin gevur nú aðalráðnum eina átalu fyri ikki at hava givið klagaranum eina nøktandi grundgeving í setanarmálinum.

Sambært grundgevingini frá aðalráðnum varð víst á, at støði varð serliga tikið í viðmælum hjá nú setta stjóranum. Løgtingsins umboðsmaður vísir her á, at:

"Eitt nú kundi ráðið greitt gjøllari frá, hvørji ítøkiligu viðurskifti í viðmælunum, ið serliga gjørdu seg galdandi, og við støði í teimum førleikakrøvum, ið ásett vóru í starvslýsingini, lýst tann tátt ella tættir, ið vóru avgerandi fyri, at setti umsøkjarin
hevði munin."

Uttanríkis- og Mentamálaráðið skal nú geva klagaranum eina meira nøktandi grundgeving.

Grundgevingin skal lýsa, hvørji atlit vigaðu nógv fyri støðutakanina hjá landsstýrismanninum, tá ið nýggjur skúlastjóri varð settur í Vestmanna í september í fjør.

Løgtingsins umboðsmaður ger ikki meira við málið um setan av nýggjum skúlastjóra, stendur í álitinum hjá umboðsmanninum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858