BBC: Johnson gevst sum forsætisráðharri

BBC: Johnson gevst sum forsætisráðharri
Fleiri bretskir miðlar, teirra millum almenna bretska kringvarpið, BBC, skriva nú, at Boris Johnson fer at leggja frá sær sum forsætisráðharri, men verður sitandi til heyst.
 
07.07.2022 - 09:48

Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, fer at leggja frá sær. Tað skriva fleiri bretskir fjølmiðlar, teirra millum almenna kringvarpið, BBC.

Ein talsmaður fyri embætisfólkini hjá Boris Johnson sigur, at hann fer at halda røðu fyri tjóðini einaferð fyrrapartin.

BBC skrivar, at Boris Johnson alment fer at boða frá seinni í dag, at hann leggur frá sær sum forsætisráðharri og sum formaður fyri Konservativa flokkin. Kortini ætlar Johnson at vera sitandi sum forsætisráðharri til heyst, tá nýggjur formaður fyri Konservativa flokkin skal veljast. 

Tað hendir í kjalarvørrinum á, at 53 ráðharrar og undirráðharrar í bretsku stjórnini seinastu 48 tímarnar hava boðað frá, at teir gevast.

Boris Johnson skal hava sagt ósatt fyri ráðharrum og fjølmiðlum, tá hann hevur sagt seg vera óvitandi um ákærur um kynsligan ágang, sum ein týðandi parlamentslimur hjá konservativa flokkinum skal hava framt. Týskvøldið váttaði Johnson, at hann visti um ákærurnar. Og hetta setti ferð á mongu uppsagnirnar.

Mikukvøldið varð ráðharrin í bústaðarmálum, sum eisini er fyrrverandi løgmálaráðharri, Michael Gove, sendur til hús.

Tað hendi, eftir at hann hevði funnist at Boris Johnson, og biðið hann lagt frá sær. Johnson kvittaði við at geva Gove durafjórðingin.

Bretski forsætisráðharrin hevur annars ikki havt ætlanir um at leggja frá sær, hóast ráðharrarnir hava staðið í bíðirøð at fara úr stjórnini.

Boris Johnson yvirlivdi eitt misálitisuppskot fyri einum mánað síðani eftir atfinningar í sonevnda partygate-málinum.

Tá kom fram, at limir í bretsku stjórnini í fleiri umførum ikki hildu avmarkingarnar, sum vórðu settar í verk undir koronustongslinum.

Dagført kl. 10:33

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Leygardag 6. juni
Morgunlestur leygardagur 6.juni 2026
208845
Fríggjadag 5. juni
Vikuskiftið 5 juni 2026
209362
Fríggjadag 5. juni
LEITISSTEIN 05.06.2026 (Kóboykex)
209353
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233