Fyrstu myndir frá stjørnukikara vísa 13 milliardir gamlar stjørnuskipanir

Fyrstu myndir frá stjørnukikara vísa 13 milliardir gamlar stjørnuskipanir
NASA hevur almannakunngjørt fyrstu myndina, sum er tikin við James Webb-teleskopinum. Ongantíð fyrr er mynd tikin av nøkrum so langt burturi.
Myndirnar vísa 13 milliardir gamlar stjørnuskipanir. Tað vil siga, at tað, sum er á myndini, er fotograferað, sum tað sá út fyri 13 milliardum árum síðani.
Mynd: NASA / REUTERS / SCANPIX  
 
13.07.2022 - 09:03

Amerikanski rúmdarstovnurin, NASA, hevur almannakunngjørt fyrstu myndina, sum er tikin við James Webb-teleskopinum.

Myndin vísir eina stjørnubreyt, ella rættari fleiri stjørnubreytir, langt, langt burturi, skrivar Ritzau.

Myndin er tikin við infrareyðari tøkni, og hon vísir túsundtals stjørnubreytir. Ongantíð fyrr er mynd tikin av nøkrum so langt burturi.

Fleiri stjørnubreytir á myndunum eru meira enn 13 milliardir ljósár burturi, sambært NASA.

Tað merkir, at tað tekur ljósinum á myndini meira enn 13 milliardir ljósár at ferðast til Jørðina.

Og hetta merkir somuleiðis, at tað, sum er á myndini, er fotograferað, sum tað sá út fyri 13 milliardum árum síðani.

Verkætlanin kostar umleið 10 milliardir krónur, svarandi til umleið 74 milliardir krónur í okkara peningi.

Mett verður, at James Webb-teleskopið kann ferðast í tilsamans 20 ár og taka myndir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815