Fyrrverandi ráðgevi hjá Trump dømdur fyri at vanvirða Kongressina

Fyrrverandi ráðgevi hjá Trump dømdur fyri at vanvirða Kongressina
Steve Bannon, ið var leiðandi strategur hjá fyrrverandi amerikanska forsetanum, kann verða dømdur tvey ár í fongsul
Steve Bannon noktar, at vitna fyri Kongressini. Tað kann kosta honum tvey ár í fongsul
 
23.07.2022 - 09:02

Fyrrverandi, leiðandi strategurin hjá Donald Trump, Steve Bannon, varð í gjár funnin sekur í at vanvirða Kongressina í USA, skriva altjóða miðlar.

Steve Bannon varð funnin sekur, tí at hann ikki vildi vitna fyri nevndini, ið kannar álopið á Kongressina í januar í fjør, har roynt var at forða fyri, at valdið varð avhendað Joe Biden.

Kann verða dømdur fongsul upp í tvey ár

Eitt nevningating við 12 fólkum kom í gjár til ta niðurstøðu, at Bannon er sekur í at hava sýtt fyri at vitna og eisini at lata kanningarnevndini skjøl.

Steve Bannon, ið var leiðandi strategur hjá Trump, hevði ein týðandi leiklut sum ráðgevi, tá ið Donald Trump vann forsetavalið og kom til valdið í USA í 2016.

Dómurin verður sagdur 21. oktober, skrivar BBC. Verður Bannon funnin sekur, kann hann verða dømdur upp í tvey ár í fongsul.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815