Ukraina og Russland undirskrivað avtalu um kornútflutning

bannari
Ukraina og Russland undirskrivað avtalu um kornútflutning
Avtalan, londini hava undirskrivað, skal tryggja, at umleið 20 milliónir av korni tons ikki fara til spillis
Nú er líkt til, at tey nógvu tonsini av korni, sum hava ligið á korngoymslum í Ukraina síðani russisku innrásina í februar, kunnu avskipast
 
23.07.2022 - 08:39

Síðani kríggið byrjaði hava stívliga 20 milliónir tons av korni ligið í korngoymslum í ukrainska býnum, Odesa, og øðrum havnarbýum. Orsøkin er forðingar frá Russlandi. 

Men, nú hava Russland og Ukraina skrivað undir avtalu, sum ger, at korn úr Ukraina nú aftur kann umskipast frá landsins havnum við Svartahavið.

Russiska innrásin í Ukraina trýsti prísin upp

Tað var í gjár, at Antonio Guterres, aðalskrivari í ST, boðaði frá avtaluni á tíðindafundi. Russisku forðingarnar hava elvt til, at prísirnir á hveiti eru farnir nógv upp um allan heimin.

ST hevur, í hesum sambandi, ávarað um eina møguliga, heimsumfatandi matvørukreppu, um ukrainsku havnirnar ikki lata uppaftur. Men longu í gjár sást, at prísurin á korni nú fer niður.

Avtalan, sum nú er komin í lag, kemur menningarlondunum, sum eru á gáttini til ríkishúsagang og heimsins sárbærastu menniskjum til góðar, segði Antonio Guterres.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025