Pál Weihe: WHO ger ov nógv av

Pál Weihe: WHO ger ov nógv av
Professarin í fólkaheilsu stúrir ikki fyri apukoppum
Pál Weihe, professari í fólkaheilsu.
 
27.07.2022 - 13:23

Hóast heimsheilsustovnurin, WHO, nú hevur kunngjørt, at apukoppar eru ein heimsumfevnandi heilsukreppa, stúrir Pál Weihe, professari í fólkaheilsu, ikki.

- Eg má siga, at eg undrist, og eg haldi, at WHO ger í meira lagi av í hesum føri, sigur Pál Weihe við Kringvarpið.

Hann sigur, at hann stúrir ikki fyri apukoppum, tí tú skal hava hava tætt samband við tann sjúka fyri at verða smittaður. Tann sjúki hevur týðilig sjúkueyðkenni, og koppingarevni er fyri apukoppar.

Pál Weihe er ikki tann einasti, sum undrast.

 

Ikki koronustøða

Allan Randrup Thomsen, virologur og professari á universitetinum í Keypmannahavn, heldur, at boðini hjá WHO kunnu geva fólki ta fatan, at henda støðan er tann sama sum støðan við koronafarsóttini. Og tað er hon ikki, sigur Allan Randrup Thomsen. 

Pál Weihe leggur tó aftrat, at havast skal í huga, at tá WHO úttalar seg, so er tað til allan heimin, og ikki fyrst og fremst til lond um okkara leiðir. Tað kann vera grundin til heldur stórorðaðu boðini frá WHO, sigur hann.

Fleiri enn 16.000 tilburðir av apukoppum eru nú staðfestir í 75 londum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025