Trygdarpolitikkur: Ivamál verða loyst í ríkisfelagsskapinum

Trygdarpolitikkur: Ivamál verða loyst í ríkisfelagsskapinum
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sigur, at fiskivinnumál og fiskirættindasamráðingar koma ikki undir trygdarpolitikk
Løgmaður sigur, at semjusøkjandi tíðir eru í ríkisfelagsskapinum, og tí væntar hann, at ivamál verða loyst í sátt og semju partanna millum.
 
16.08.2022 - 10:36

Tað er ikki altíð, at markamótið millum yvirtikin og ikki yvirtikin málsøki er so greitt, og málsøkini kunnu vera flættað inn í hvørt annað.

Í slíkum ivamálum eru tað fyrst og fremst løgmaður og danski forsætisráðharrin, sum skulu beina ivan av vegnum.

Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í svari til til Beintu Løwe, løgtingskvinnu, sum hevur spurt, hvørji málsøki sambært løgmanni koma undir trygdarpolitikk.

 

Beinta Løwe, løgtingskvinna, hevur fingið svar frá løgmanni um trygdarpolitikk. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Flytur seg alla tíðina

Trygdarpolitiska økið flytur seg alla tíðina, so hvørt samfelagið broytist. Fleiri dømi eru um samfelagsøki, ið fyrr hava verið mett at vera so avgerandi, at tey hava verið roknað sum hernaðarmál. So hvørt sum tøknin hevur ment seg, verða hesi somu øki ikki longur roknað sum hernaðarmál.

Eisini hava vit seinnu árini sæð, at nýggj samfelagsøki hava fingið ein trygdarpolitiskan dám. Og hetta er eisini galdandi fyri málsøki, ið eru á føroyskum hondum, sigur Bárður á Steig Nielsen.

- Í løtuni eru semjusøkjandi tíðir í ríkisfelagsskapinum, og tí er tað mín greiða fatan, at møgulig ivamál verða loyst í sátt og semju partanna millum. Nýggja samstarvsráðið, ið hevði sín fyrsta fund í Føroyum í summar, er eisini ætlað til at loysa slík ivamál, sigur løgmaður.

 

Fiskivinnusamráðingar ikki trygdarpolitikkur

Løgmaður sigur eisini, at fiskivinna, fiskivinnusamráðingar og fiskivinnusáttmálar koma ikki undir trygdarpolitikk. Hesi málsøki vóru øll yvirtikin í 1948, tá ið heimastýrislógin var sett í verk.

Bárður á Steig Nielsen sigur, at einki samskifti hevur verið við donsku stjórnina um uppskotið til samtyktar um trygdarpolitikk Føroya, ið verður lagt fyri tingið seinni í ár. 

-------

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595