Ósemjan í Vestmanna: Lærarafelagið hartar Undirvísingarstýrið

Ósemjan í Vestmanna: Lærarafelagið hartar Undirvísingarstýrið
Lærarafelagið átalar, at Undirvísingarstýrið ikki hevur vent sær til varaskúlastjóran ella hinar lærararnar at hoyra teirra fatan av ósemjuni.
 
17.08.2022 - 15:35

Føroya Lærarafelag hartar nú Undirvísingarstýrið fyri handfaringina av málinum um ófriðin í Vestmanna skúla.

Jacob Eli S. Olsen, formaður í Lærarafelagnum, vil ikki gera samrøðu við útvarpið um málið, men skrivar í opnum brævi í dag, at Føroya Lærarafelag átalar viðgerðina hjá Undirvísingarstýrinum í málinum um starvsfólkaviðurskiftini í Vestmanna skúla, og serliga ta viðferð, varaskúlastjórin og lærarar skúlans hava fingið frá Undirvísingarstýrinum.

Lærarafelagið átalar, at Undirvísingarstýrið ikki hevur vent sær til varaskúlastjóran í Vestmanna skúla, ella nakran av hinum lærarunum fyri at hoyra teirra fatan av hesi ósemju.

 

Jacob Eli S. Olsen er formaður í Lærarafelagnum.

 

Bara annar parturin

Undirvísingarstýrið tekur samanum í málinum bert við at hava hoyrt ein av pørtunum - skúlastjóran, sum Undirvísingarstýrið var í tøttum samskifti við.

Jacob Eli S. Olsen og Føroya Lærarafelag heita á Undirvísingarstýrið at vísa varaskúlastjóranum og lærarunum virðing og viðgera málið av nýggjum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815