Russland og Kina nærkast norðpólinum

Russland og Kina nærkast norðpólinum
Bæði londini vilja hava veg til Europa og Norðuramerika, umvegis norðpólin, sigur NATO aðalskrivarin, Jens Stoltenberg
 
28.08.2022 - 10:34

Stytsti vegurin fyri russiskar rakettir og bumbuflogfør til Norðuramerika, er um norðpólin.

Tað skrivaði NATO aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, í kanadiska blaðnum, The Globe and Mail, tá hann var á vitjan hjá kanadiska forsætisráðharranum, Justin Trudeau í vikuni. Teir umrøddu russisku framferðina við norðpólin.

Í juli boðaði Vladimir Putin, forseti frá, at økið við norðpólin skuldi verjast, og tað skuld økið við Svalbard eisini.

Russiska framferðin í Norðurhøvum leggur stórt trýst á NATO-samgonguna, skrivar Stoltenberg.

Arktis er portrið til Norðuratlantshavið, og tí er neyðugt at vera á varðhaldi, fyri at tryggja okkara egnu framtíð, skrivar Stoltenberg.

 

Ávarar móti kinesiskum ætlanum

Jens Stoltenberg ávarar eisini ímóti kinesisku ætlanunum í arktis.

- Kina vísir arktis stóran áhuga og sigur seg vera eitt av grannalondunum hjá arktis.

Landið umhugsar ein sonevndan arktiskan silkiveg, sum skal tryggja Kina atgongd til Europa, umvegis arktis.

Fyrr í ár boðaðu Russland og Kina frá, at londini saman fara at økja um sítt virksemi í arktis.

Tað fer at geva okkum stórar avbjóðiungar, sum vit ikki eiga at undirmeta, skrivar Jens Stoltenberg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974