Føroyameistararnir funnir

Føroyameistararnir funnir
Føroyameistararnir í bogaskjóting vórðu funnir, tá ársins síðsta uttandurakappingin var á Frælsinum í Havn um vikuskiftið
FM í bogaskjóting var um vikuskiftið
Mynd: Bogaskjótisamband Føroya  
 
29.08.2022 - 12:23

Seks føroyameistarar vórðu funnir í bogaskjóting, tá ársins síðsta uttandurakapping var í Havn um vikuskiftið.

Hans Bogi og Sólgerð best í recurve

Hans Bogi Ellefsen úr Vágaskoti vann kappingina í recurve við monnum. Hann vann 6-2 á Hans Peturi Højgaard úr Ørvi í finaluni.

Sólgerð Henriksen úr Vágaskoti skeyt best í recurve við kvinnum, og fór avstað við FM-heitinum eftir 6-2 sigur á Jastrid M. Jensen úr Tambar í finaluni.

Jóannes og Rakul vunnu í compound

Jóannes Poulsen úr Ørvi gjørdist føroyameistari í compound við monnum, tá hann vann 144-138 á Nikkil Petersen somuleiðis úr Ørvi.

Tambar átti FM-vinnaran hjá kvinnum. Rakul Dam vann 132-103 á Helenu við Misá úr Ørvi.

Team Suðurskot fekk ein føroyameistara

Thomas Christensen úr Team Suðurskot, sum varð sett á stovn so seint sum í fjør, fór avstað við FM í Barebow. Hann fekk 307 stig.

Ann Lisa Pedersen úr Tambar vann Barebow við kvinnum við 484 stigum

13 skjúttar luttóku í kappingini.
 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558