Fakfeløg venda tummilin niður til ætlan hjá landsstýrismanninum

Fakfeløg venda tummilin niður til ætlan hjá landsstýrismanninum
Ein skipan, ið eggjar foreldrum at fara heim at ansa sínum børnum, verður ein vanlagna fyri føroyska samfelagið, skrivar Fakfelagssamstarvið í tíðindaskrivi
Fakfelagssamstarvið hartar ætlanini hjá Sólvit Nolsø, landsstýrismanni í almannamálum, um at lata ansingarpengarnar fylgja barninum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)  
 
05.09.2022 - 12:01

Fakfeløgini, sum eru við í Fakfelagssamstarvinum, mæla eins og Búskaparráðið til at strika ætlanina um at lata pengarnar fyri barnaansingina fylgja barninum. 

Serliga fyri føroysku kvinnurnar, verður skipanini ein meinbogi, heldur Fakfelagssamstarvið, tí skipanin fer at gera, at kvinnunar fáa færri starvsroyndir, lægri starvsaldur og lønarlag. Harvið fáa kvninurnar verri pensjónsuppsparing, og kvinnurnar eru longu frammanundan eftirbátur á hesum økinum. 

 

Pedagogfelagið hartar uppskotinum

Fakfelagssamstarvið tekur fult og heilt undir við tilmælinum hjá Búskaparráðnum um at strika ætlanirnar hjá landsstýrismanninum í almannamálum um, at peningurin skal fylgja barninum. 

Eitt av fakfelagsforfólkunum, er Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum. 

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

"Um fleiri kvinnur vera longri vekk frá arbeiðsmarknaðinum, so verða tað sonevndu kvinnustørvini, ið vera rakt," staðfestir formaðurin í Pedagogfelagnum. 

Jogvan_Philbrow_1_05092022

 

Fakfelagssamstarvið metir, at uppskotið kann fáa stóra ávirkan á framtíðina, tá hugsað verður um eftirløn.

Tað er neyðugt at skipa tað soleiðis, at familjulív og arbeiðslív kunnu ganga hond í hond, sigur fakfelagsformaðurin. 

Jogvan_Philbrow_2__05092022

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

Formaðurin í Pedagogfelagnum tekur undir við, at foreldur skulu vera meira heima hjá barninum, men uppskotið hjá landsstýrismanninum í almannamálum er ikki tað rætta, sigur Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum.

Jogvan_Philbrow_3__05092022

 

Í Fakfelagssamstarvinum eru hesi feløg:  

Akademikarafelagið (AKF)

Føroya Lærarafelag

Starvsfelagið

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

Føroya Pedagogfelag

Havnar Arbeiðskvinnufelag (HAK)

Heilsuhjálparafelag Føroya

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672