Liz Truss gekk einaferð mótmælisgongu móti Thatcher

Liz Truss gekk einaferð mótmælisgongu móti Thatcher
Nýggi leiðarin í Konservativa flokkinum hevur mótmælt ætlanum hjá Margaret Thatcher í áttatiárunum, men í dag lovar hon at føra politiska kyndilin hjá Thatcher víðari
Næsti forsætisráðharrin í Stórabretlandi, Liz Truss
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
05.09.2022 - 15:01

Næsti forsætisráðharrin í Stórabretlandi, Liz Truss, hevur eina fortíð sum Liberalur demokratur, ið nú hevur lovað at føra Stórabretland aftur til grundleggjandi konservativ virðir.

Liz Truss ætlar sær at lækka skattin og minka almennu umsitingina, og tað er júst tað, ið limirnir í Konservativa flokkinum, sum hava valt hana til forkvinnu, vilja hoyra. 

Liz Truss var, í sínum embæti sum uttanríkisráðharri, trúgv móti Boris Johnson. Og í síni takkartalu var Truss skjót at rósa Borisi Johnson fyri hansara tíð sum forsætisráðharri. 

Øll, sum kenna nýggju forkvinnuna í Konservativa flokkinum, lýsa hana sum framsøkna. 

 

Fakta um Liz Truss
Aldur: 47
Føðistaður: Oxford
Heim: London og Norfolk
Útbúgving: Roundhay School in Leeds, Oxford University
Familjustøða: Gift við Hugh O'Leary, ið er grannskoðari, og saman hava tey tvær døtur í tannárinum
Valdømi: South West Norfolk

 

Liz Trauss er fødd í 1975, og foreldrini, ið eru ávikavist professari í støddfrøði og sjúkrasystir, lýsa hana sum vinstrahalla. 

Tá ið hon var smágenta var Liz Trauss við mammuni til mótmælisgongur fyri avvápning av kjarnorkuvápnum. Hetta hendi eftir, at stjórnin hjá Thatcher hevði givið loyvi til, at USA goymdi kjarnorkuspreingihøvd á bretsku herstøðini RAF Greenham Common vestanfyri London. 

Hóast Liz Trauss nú er ein errin limur av Konservativa flokkinum frá Leeds, so var hon tá ein frælslyntur skoti. 

Familjan flutti nevndiliga til Paisley, vestanfyri Glasgow, tá Liz Truss var fýra ára gomul. 

Seinni flutti Truss-familjan til Leeds, har hon gekk í Roundhoy-skúlanum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
193101
Týsdag 10. juni
Veðrið
193072
Sunnudag 8. juni
Andakt við Bergi Debes Joensen
192984
Sunnudag 8. juni
Guðstænasta úr Havnar kirkju
192979