Bretland fær nýggjan forsætisráðharra í dag

Bretland fær nýggjan forsætisráðharra í dag
Boris Johnson er farin úr Downing Street No. 10, og seinni í dag flytur nýggja forkvinnan í Konservativa flokkinum, Liz Truss, inn í forsætisráðharrabústaðin
Boris Johnson fór í morgun úr Downing Street No. 10 fyri seinastu ferð
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
06.09.2022 - 08:03

Bretland fær nýggjan forsætisráðharra í dag, eftir at Konservativi flokkurin í gjár valdi Liz Truss til nýggja forkvinnu.

Sitandi bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, fór í morgun úr Downing Street No. 10 við kós móti Aberdeen í Skotlandi, har hann í dag fer at hitta Elizabeth, drotning, í Balmoral-slottinum. 

Í síni fráfaringarrøðu uttanfyri Downing Street No. 10 staðfesti Boris Johnson, at "Hetta var tað."

Boris Johnson heitti í røðu síni á Konservativa flokkin um at stuðla nýggju forkvinnuni og forsætisráðharranum, Liz Truss, tí tað eru avbjóðandi tíðir í Bretlandi. 

"Hetta er ein strævin tíð fyri búskapin, ein strævin tíð fyri bretskar familjur. Nú mugu vit gevast við at stríðast politiskt innanhýsis í flokkinum og stuðla Liz Truss og hennara fólki."

Boris Johnson hevur sitið sum fyribils forsætisráðharri síðani fyrst í juli, tá hann misti undirtøkuna millum fólk orsakað av fleiri gølum, og valdi at leggja frá sær.

Boris Johnson hevur verið forsætisráðharri síðani í 2019.

 

Tilnevnd í Skotlandi

Liz Truss skal eisini hitta drotningina í Balmoral-slottinum í Aberdeen í dag, áðrenn hon flytur inn í stjórnarbygningin í Downing Street No. 10.

Liz Truss fer eisini at halda røðu í dag, men tað verður ikki fyrr enn seinnapartin, tá hon er komin aftur til London. 

Hetta er fyrstu ferð yvirhøvur, at drotningin ikki tilnevnir nýggjan bretskan forsætisráðharra í Buckingham-slottinum í London. Orsøkin er, at drotningin ikki er so flytfør longur, nú hon er  er vorðin 96 ár. 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205760
Týsdag 17. mars
Morgunlestur týsdagur 17.mars 2026
205617
Mánadag 16. mars
Valkøn mánakvøldið 16. mars
205726
Mánadag 16. mars
Norðurljóð 16.mars 2026
205382
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. mars
Valkøn, mánakvøldið 16.mars
205758
Týsdag 17. mars
APO00161 - teknmálstulkað
205757
Týsdag 17. mars
Andgletturin - Tjóðveldi
205756