Vatnorkuframleiðslan fleirfaldað

Vatnorkuframleiðslan fleirfaldað
Streymframleiðslan úr vatni í august mánaði í ár fleirfaldaðist, um samanborið verður við august í fjør og tað, sum er vanligt hesa ársins tíð.
 
17.09.2022 - 16:40

Heili 30 prosent av samlaðu framleiðsluni í august vóru vatnorkuframleiðsla, sigur SEV, ið vísir á, at tað hevur verið nógv meira avfall í august í ár enn í august í fjør.

Í august í fjør kom vatnorkuframleiðslan upp á 1,7 GigaWatt-tímar, men í ár var framleiðslan heilt uppi á 10,5 GigaWatt-tímum, sum er ein hækking upp á yvir 500 prosent.

Vindorkuframleiðslan øktist eisini munandi og stóð í farna mánaði fyri 25 prosentum av samlaðu framleiðsluni, meðan elorka úr biogassi minkaði nakað.

SEV sparir olju
At varandi orkuframleiðslan í august mánaði tilsamans kom upp á góð 55 prosent av samlaðu framleiðsluni, spardi SEV fyri sløk 3.500 tons av olju í mun til august í fjør.

Higartil í ár hevur SEV brúkt 6.800 tons færri av olju enn sama tíðarskeið í fjør.

- Sum tað sær út nú, eru útlitini fyri grønari orkuframleiðslu restina av árinum góð, sigur Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðsluna hjá SEV.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439