Nú eru bara 27 kommunulæknar í føstum starvi

Nú eru bara 27 kommunulæknar í føstum starvi
Fýra limir í Trivnaðarnevndini hjá løgtinginum viðgjørdu málið í Breddanum í dag
Normeringin er 34 kommunulæknar, men í løtuni eru bert 27 í føstum starvi. (Savnsmynd)
 
28.09.2022 - 15:02

Stórt trýst er á kommunulæknaskipanina, og í fleiri viðtalum er eingin fastur lækni. Hetta kann hava álvarsligar avleiðingar fyri sjúklingar.

Normeringin er 34 kommunulæknar, men í løtuni eru bert 27 í føstum starvi. Restin er avloysarar, og teir eru heldur ikki nóg nógvir.

Breddin viðgjørdi málið í morgun, har fýra limir í Trivnaðarnevndini í Løgtinginum kjakaðust um, hvussu málið skal loysast.

Tey vóru Rósa Samuelsen, Sirið Stenberg, Jørgen Niclasen og Eyðgunn Samuelsen:

 

28092022_Kommunulaeknar

 

Allur Breddin kann hoyrast her.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334