Smáligt fiskarí hjá nógvum, men brúkiligt hjá nøkrum

Smáligt fiskarí hjá nógvum, men brúkiligt hjá nøkrum
Nógvir bátar og nógv fiskiskip liggja
Útróðrarbátarnir bíða eftir betri streymi og veðri.
 
08.10.2022 - 11:33

Partrolararnir hava framvegis smáligt fiskarí, sigur Fiskamarknaðurin.

Fimm pør eru úti. Øll fiska upsa, men fáa eisini nakað av hvítum fiski, serliga longu. 

Tvey pør liggja við bryggju, men fara vantandi út í næstum.

Allir trolbátarnir liggja.  

Annar djúpvatnstrolarin er á svartkalvaveiðu og hin liggur.

Ein frystitrolari fiskar svartkalva í Grønlandi.

Tvey garnaskip fiska svartkalva. Tey hava brúkiligt fiskarí, sigur Fiskamarknaðurin.

Eitt garnaskip fiskar havtasku. Tað hevur smáligt fiskarí. 

Litil útróður

Um útróður verður sagt, at streymurin er harður, men batnar sum vikan líður. 

Veðrið verður umskiftandi, so nógvur útróður verður ikki.

Útróðrarbátarnir fáa mest av hýsu og nakað av toski.

Trý smá línuskip eru úti. 

Tey fiska mest hýsu, tosk og longu. 

Hini línuskipini liggja.

Tvey frystilínuskip eru við Ísland, og seks eru á ytru leið undir Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715