Maibrit fyrsti lyftarin undir Merkinum

Maibrit fyrsti lyftarin undir Merkinum
Maibrit Reynheim Petersen varð hin fyrsti føroyski lyftarin, sum kappaðist undir føroyska flagginum í altjóða kapping í vektlyfting
Maibrit Reynheim Petersen eftir væleydnaða kapping í Finnlandi
Mynd: Føroya Styrkisamband  
 
09.10.2022 - 16:31

Maibrit Reynheim Petersen er fyrsti føroyski lyftarin, sum hevur kappast undir føroyska flagginum í altjóða vektlyfting, skrivar Styrkisamband Føroya.

Við ársbyrjan fingu Føroyar fullan limaskap í norðurlendsku vektlyftarasamgonguni, Nordic Weightlifting Federation, NWF, og um vikuskiftið lyfti Maibrit Reynheim Petersen í kapping í olympiskari vektlyfting í Rovaniemi í Finnlandi.

 - Eg havi sæð fram til hetta vikuskiftið, síðani Føroyar blivu limir í NWF. Maibrit hevur vant hart og miðvíst fram ímóti NM, sigur landsliðsvenjarin, Frank Petersen. 

Einasti føroyski lyftarin í kappingini stóð seg eisini væl. Í 71 kilo vektflokkinum setti hon føroysk met við 81 kilo í trekk og 181 kilo í tveykamp.

 - At megna øll seks lyftini og seta tvey føroysk met í fyrstu stóru altjóða kappingini er ómetaliga flott, sigur landsliðsvenjarin.

 - Eg eri eisini sera glaður vegna føroysku styrkiítróttina og stoltur av at vera ein partur av hesi støðugu menningini. Nú skulu vit bara hava enn fleiri lyftarar við til NM og ikki minst um tvey ár, tá vit eru vertir fyri NM, sigur Frank Petersen.

Komandi mánaða fer skal ein føroyskur lyftari aftur kappast undir føroyska flagginum. Hesaferð í Íslandi, tá ið Niels Áki Mørk fer at kappast í føroyska lyftibúnanum við norðurlendsku meistarastevnuna fyri ung.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 3. mai
Guðstænasta í Mariukirkjuni
207844
Leygardag 2. mai
Andakt
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810