- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ríkisumboðið kunngjørt fólkatingsvalið í Føroyum

Ríkisumboðið hevur nú kunngjørt, at fólkatingsval verður í Føroyum mánadagin 31.oktober.
Í Danmark og í Grønlandi verður valið 1.november.
Flokkarnir í fólkatinginum samtyktu leygardagin at flyta valdagin í Føroyum, tí 1. november er minningardagur teirra sjólátnu í Føroyum.
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, bað Mette Frederiksen, forsætisráðharra, um at flyta valdagin.
Løkke ímóti
Allir flokkar í fólkatinginum, uttan Moderaterne hjá Lars Løkke Rasmussen, tóku undir við at flyta valdagin.
Lars Løkke Rasmussen heldur, at tað kann ávirka valið í Danmark, at valið í Føroyum verður ein dag fyrr enn í Danmark.
Valstøðini eru opin millum klokkan níggju á morgni til klokkan átta á kvøldi 31.oktober.