Ætla at avgreiða eykajáttanarlóg og oljuískoytið í dag

Ætla at avgreiða eykajáttanarlóg og oljuískoytið í dag
Treytin er, at løgtingið gevur loyvi at víkja frá tíðarfreistunum í báðum málum
Tingfundur verður seinnapartin, og løgtingsformaðurin ætlar at fáa tingið at víkja frá tíðarfreistunum, so bæði eykajáttanarlógin og málið um oljuískoytið kunnu avgreiðast.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.10.2022 - 10:42

Síðani val til fólkatingið var útskrivað, hevur ikki verið stórvegis virksemi verið í løgtinginum.

Men tingfundur verður í dag klokkan 14.

Fyrst á skránni er framløga, og tá er ætlanin, at Fíggjarnevndin skal leggja fram álit um eykajáttanarlógina fyri oktober. Trivnaðarnevndin skal eisini leggja fram álit í málinum um oljustuðul, sum skal latast fólki, sum eru sperd av hækkandi oljuprísunum.

Ætlanin er, at løgtingið skal avgreiða bæði málini í dag, sigur Jógvan á lakjuni, løgtingsformaður. Men tað er treytað av, at løgtingið gevur loyvi til at víkja frá tíðarfreistunum.

Tá álitini eru løgd fram, verður steðgur, og so verður onnur viðgerð av uppskotinum, og eftir ein steðg aftrat, verður triðja og endaliga viðgerðin.

Men treytin er, at tingið loyvir at víkja frá tíðarfreistunum.

 

 

30 mió. til tunnilsarbeiði

Í eykajáttanarlógini fyri oktober verður biðið um 30 milliónir kr. aftrat, so arbeiðið at gera tunlarnar norður um Fjall á Borðoynni ikki skal steðga, tí har gongur væl við arbeiðinum.

Oljuískoytið, sum er 7.000 kr., kann útgjaldast eina ferð.

Húski, ið telur ein vaksnan, sum í mesta lagi hevur inntøkugrundarlag uppá 290.000 kr., kann fáa oljuískoyti.

Húski, ið telur tvey ella fleiri vaksin og einki, 1 ella 2 børn, har inntøkugrundarlagið í mesta lagi er 390.000 kr., kann fáa oljuískoyti, og húski, ið telur tvey ella fleiri vaksin við 3 ella fleiri børnum, har inntøkugrundarlagið í mesta lagi er 410.000 kr., kann fáa oljuískoyti.

 

 

Markið er 50.000 kr.

Oljuískoyti kann ikki verða veitt húski, ið telur eitt ella tvey vaksin, um tey eiga ogn, ið er mett til eina upphædd omanfyri 50.000 kr., og oljuískoyti kann heldur ikki verða veitt húski, ið telur trý ella fleiri vaksin, um tey eiga ogn, ið er mett til eina upphædd omanfyri 70.000 kr. 

Í viðmerkingunum til uppskotið verður sagt, at familjuískoyti er ein skattafrí veiting, sum er tengd at inntøku, parlagsstøðu og tali av børnum. 

Tey við lægstu inntøkunum fáa hægri stuðul enn tey við høgum inntøkum. Hjá teimum við einum barni, er hægst møguliga upphædd 4.000 kr. um mánaðin. Upphæddin hækkar við 500 kr. fyri hvørt barnið aftrat tí fyrsta. Stakur uppihaldari við inntøkugrundarlag, sum er minni enn 120.000 kr. um árið, fær fulla upphædd.

 

 

Lækkar stigvíst

Upphæddin lækkar stigvíst, so hvørt inntøkan hækkar, og dettur burtur, tá inntøkugrundarlagið fer upp um 290.000 kr. 

Eitt par fær fulla upphædd, tá inntøkugrundarlagið hjá báðum tilsamans  er minni enn 220.000 kr. 

Familjuískoyti til pør dettur burtur, tá inntøkugrundarlagið fer upp um 390.000 kr. (410.000 kr., um tey hava 3 ella fleiri børn). 

 

 

Ikki tengt at bústøðu

Familjuískoyti er ikki á nakran hátt tengt at bústøðu og er ikki tengt at útreiðslum hjá tí einstøku familjuni. 

Tað merkir t.d., at tey, sum hava leigubústað og rinda høga húsaleigu, hava somu rættindi sum staki uppihaldarin, ið býr inni hjá foreldrum, og ikki rindar húsaleigu.  Tað eru umleið 250 til 300 familjur, ið hvønn mánað fáa familjuískoyti. Harav eru 30 til 35 pør, meðan restin eru stakir uppihaldarar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851