Føroysku bilasølurnar hava størri vinning enn tær donsku

Føroysku bilasølurnar hava størri vinning enn tær donsku
Samlaði bruttovinningurin í bilasøluvinnuni í Føroyum er hækkaður umleið 2,5 ferðir eftir 10 árum
Bruttovinningurin hjá bilasølunum er vaksin nógv seinastu árini. (Savnsmynd)
 
20.10.2022 - 09:12

Føroysku bilasølurnar taka meiri í vinningi fyri nýggjar bilar, enn donsku bilasølurnar gera, vísir ein frágreiðing hjá Kappingareftirlitinum.

Kappingareftirlitið sigur, at hagtølini benda á, at seinastu árini er tað vorðið dýrari at keypa nýggjar bilar í Føroyum, og at príshækkingin á akfarskeypi hevur verið munandi størri enn vanligi prísvøksturin í Føroyum.

 

Terje Sigurðsson er deildarstjóri í Kappingareftirlitinum.

 

Samlaði bruttovinningurin í bilasøluvinnuni í Føroyum er støðugt hækkaður seinastu árini.

í 2011 var bruttovinningurin 65 milliónir krónur, men í 2021 var hann 168 milliónir krónur. Bruttovinningurin er sostatt hækkaður umleið 2,5 ferðir eftir 10 árum.

Hoyr samrøðu við Terja Sigurðsson, deildarstjóra í Kappingingareftirlitinum, í útvarpstíðindunum:

 

20102022_Bilasolur_


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423