NSÍ argast inn á landsliðsvenjaran

NSÍ argast inn á landsliðsvenjaran
NSÍ finst at landsliðsvenjaranum, tí hann í samrøðu við Dimmalætting hevur sagt, at um Klæmint Olsen ikki skiftir felag, verður hann ikki tikin út til landsliðið
Verður hesin í gulum næsta kappingarár?
 
07.11.2022 - 13:01

Um Klæmint Andrasson Olsen skal halda fram á landsliðnum í 2023, verður hann noyddur at skifta felag.

Tað segði landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, við Dimmalætting fríggjadagin.

Tað hevur fingið ilt í starvsnevndina hjá NSÍ, sum í skrivi á Facebook finst at útsøgnini hjá landsliðsvenjaranum.

 - Nevndin metir, at tað er sera óheppið, at landsliðsvenjarin alment heitir á ein leikara um at skifta felag, skrivar heimasíðan hjá NSÍ.

 - Føroyingar hava javnan kjakast um landsliðsúttøkurnar, og tað er natúrligt. Kann ein leikari spæla við triðbestu deildini í Norra? Kann ein skaddur leikari vera í hópinum? Kann ein leikari uttan felag spæla við landsliðnum? spyr NSÍ í skrivinum.


Stigið í 1. deild ikki nóg høgt

Klæmint Andrasson Olsen hevur veruliga gjørt vart við seg í landsliðnum síðstu árini. Hann eigur í løtuni málmetið fyri Føroyar saman við Rógva Jacobsen, sum er 10 mál, og framherjin, sum hevur spælt 52 landsdystir, hevur sagt, at hann fegin vil hava mál nummar ellivu.

Håkan Ericson hevur eisini víst Klæminti Andrassyni Olsen stórt álit og givið honum nógva spælitíð, men í samrøðuni við Dimmalætting sigur landsliðsvenjarin, at um NSÍ-framherjin heldur fram í Runavík næsta kappingarár, verður hann neyvan tikin út til landsliðið.

 - Við allari virðing fyri NSÍ og Klæminti, so er støðið í 1. deild í Føroyum ikki nóg gott til at varðveita landsliðsplássið. Skal Klæmint enn spæla á landsliðnum, so er hann noyddur at skifta felag til komandi kappingarár, og tað havi eg eisini greitt honum frá, segði landsliðsvenjarin við Dimmalætting.


Nakrir mánaðir í næstbestu deildini broyta einki

Hesum tekur NSÍ ikki undir við. Felagið, sum skifti nevnd fyri kortum, sigur seg vera í eini spennandi tilgongd, har bygnaðurin í felagnum verður endurskoðaður.

 - Hesi almennu boðini frá landsliðsvenjaranum koma sera illa við í fyrireikingunum hjá NSÍ. Nakrir mánaðir í næstbestu deildini broyta einki. Venjingarstøðið verður tað sama, og besta mansliðið verður eftir ætlan aftur at síggja í toppinum av føroyskum fótbólti innan eitt ár, skrivar felagið.

Í fjør skrivaði Klæmint Andrasson Olsen undir nýggjan tvey ára sáttmála við NSÍ, sum hann hevur umboðað í bestu deildini í eini 15 ár.


 


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659