5G-netið seinkað tríggjar mánaðir

5G-netið seinkað tríggjar mánaðir
Torført er at fáa fatur á allari útgerðini, sum skal brúkast, sigur FT Samskifti
5G-netið er seinkað til seint í mars, tí torført er at fáa útgerð til netið.
Mynd: Føroya Tele  
 
06.12.2022 - 10:19

Nýggja 5G-fartelefonnetið, sum Føroya Tele og Nema samstarva um, er seinkað umleið tríggjar mánaðir.

Ein av orsøkunum er, at trupult hevur verið at fáa fatur á allari útgerðini, ið skal brúkast til netið.

- Men, seint í mars skuldi verið klárt at tendra netið, sigur Símun Skaalum, stjóri í FT Samskifti

Í heyst gjørdu FT Samskifti og Nema avtalu um at samstarva um farnetið.

Tað hevur við sær, at báðir veitararnir fara at bjóða sama dekning, men kapping verður framvegis um tænasturnar.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

06122022_5G_til_net

 

Símun Skaalum er stjóri í FT Samskifti.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672