Fýra fólk tikin fyri rúsdrekkakoyring

Fýra fólk tikin fyri rúsdrekkakoyring
Politiið hevur tikið fýra bilførarar fyri rúsdrekkakoyring síðsta samdøgrið, men annars hevur náttin verið friðarlig, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn
 
11.12.2022 - 12:30

Á midnátt var ein bilførari í Eysturoynni steðgaður og biðin um at blása í alkoholmátaran. Tann, sum blásti, fór upp um loyvda promilluhámarkið og var koyrdur á Klaksvíkar sjúkrahús at taka blóðroynd.

Tað sama var galdandi fyri tveir bilførarar í Havn. Tann fyrri var tikin kl. 01.30, og tann seinni um 04.30-tíðina í morgun. Báðir vóru koyrdir á Landssjúkrahúsið at taka blóðroynd.

Og í gjáramorgunin um 08-tíðina var ein annar bilførari tikin fyri rúsdrekkakoyring.

Vakthavandi á politistøðini sigur, at tað er óvanligt, at so nógvir bilførarar verða tiknir fyri rúsdrekkakoyring upp á eitt samdøgur.

Ikki so nógv fólk hevur verið í býarlívinum í nátt, men løgreglan hevur hjálpt fleiri fólkum á føtur og eisini hjálpt summum til hús.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290