- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mest hoyrdu søgurnar í morgunsendingini í ár

Tá ið árið er farið at halla, kann tað vera stuttligt at hyggja aftur á tær mongu søgurnar, sum morgunsendingin hevur borðreitt við hetta seinasta árið.
Heimasíðutoymið hevur gjørt ein topp 10 lista, sum vísir, hvørjar søgur úr morgunsendingini eru best umtóktar í 2022. Tað, sum vit kalla: mest lisið.
Listin sær soleiðis út:
| 1. | Kappróðrarbátur hvølvdist á Sørvágsfirði |
| 2. | Nakinmyndir av Rakul á netinum |
| 3. | Karl Weihe um Ex on the Beach |
| 4. | Ógvusligur torusláttur í Froðba |
| 5. | Feðgar tiknir av óløgi á Eiði |
| 6. | Danskur journalistur um dokumentarin, Druknet |
| 7. | Elisa Vang og Magni Mohr kjakast um ovurfita |
| 8. | Tá ið Gekkurin fór í svart |
| 9. | Søgan um Sorin Anghel |
| 10. | Ringur horvin í 11 ár |
Kappróðrarbátur hvølvdist
Mest lisna søgan er tann um manningina á kappróðrarbátinum Sjóherji, sum koppaði á vestanstevnu í Sørvági í summar.
Tað vóru nakrar skelkaðar kvinnur, sum Tórður Mikkelsen hitti í sendingini, Summarmorgun, tann 18. juli 2022.
Samrøðuna hoyra tit her.
Dagur og vika gjørdu eisini nógv burtur úr óhappinum á Sørvágsfirði, og tað ber til at síggja innsløgini í hesi tíðindasendingini.
Nakinmyndir og Ex on the Beach
Nummar tvey á listanum er ein samrøða, sum var send 19. mai í ár, tá ið Elin Michelsen hitti Rakul Højsted Hansen, sum er ein av teimum, sum fann útav, at nakinmyndir av henni vóru í umferð á netinum.
- Eg visti ikki, hvør hevði sæð tær, og tað var ræðuligt, segði Rakul Højsted Hansen millum annað í samrøðuni.
Triðja søgan á listanum er samrøðan við Karl Weihe, sum er við í veruleikarøðini Ex on the Beach, sum gongur á Discovery.
Torusláttur og óhapp á Eiði
Og so var tað í februar, at ógvusligur torusláttur var í Froðba. Bjarni Nygaard, trivnaðarfólk í Tvøroyrar kommunu, greiddi frá, hvussu fólk upplivdu toruslátturin.
Samrøðan var í morgunsendingini tann 22. februar 2022.
Tað kundi gingið heilt galið, tá Dánjal Jákup Hammer og pápi hansara Hanus saman við øðrum royndu at flyta ein bát í illveðrinum í januar í ár.
Menninir vóru í ferð við at fáa ein bát av bryggjuni og upp á ein lastbil, tá óløgið tók teir av fótum.
Dokumentarrøð og fiti
Í apríl mánaði var samrøða við danska journalistin Anders Lomholt, sum hevur gjørt dokumentarrøðina "Druknet" um gentuna, sum var funnin druknað við byrgingina í Hvannasundi í 2012.
Sjeynda søgan á topp 10 listanum er orðaskifti millum Elisu Vang og Magna Mohr, sum snúði seg um fiti.
Gekkurin og Sorin Anghel
Fríggjakvøldið 18. februar sveik tøknin í Gekkinum fullkomuliga, og tí var neyðugt at hugsa øðrvísi fyri at kunna avgreiða spælið.
Níggjunda søgan á listanum er ein longri samrøða við fryntiliga Sorin Anghel, sum greiðir frá, hvussu hann kom til Føroya at vera saman við unnustuni og at spæla við EB/Streymi eftir at hava búð 21 ár í Rumenina.
Tá hann sá fótbóltsvøllin á Mølini á Eiði fyrstu ferð, trúði hann ikki sínum egnum eygum:
Horvin ringur latin rætta eigaranum
Hetta er søgan um ein ring, sum var latin rætta eigaranum 11 ár, eftir at hann var horvin.
Tóra Tórgarð úr Havn hevði havt ringin í 11 ár, uttan at finna eigaran. Líka síðani á sumri 2011 hevði hon leitað, uttan úrslit.
Men eitt sunnukvøld í oktober gjørdi hon á Facebook-bólkinum "Mist og funnið" enn einaferð vart við ringin.
Uppslagið bleiv deilt meira enn 500 ferðir, og mánakvøldið eftir fekk Tóra eini boð frá kvinnu í Danmark.
- Eg eri bæði glað og rørd, um at eigarin er funnin, sigur Tóra Tórgarð úr Havn.






















