Psykiatriskir sjúklingar skulu hava betri rættindi

Psykiatriskir sjúklingar skulu hava betri rættindi
Heilsumálaráðið hevur gjørt uppskot um broytingar, so samsvar er millum lógirnar í Danmark og Føroyum
Psykiatriskir sjúklingar skulu hava betri rættindi, tá tvingsil verður brúkt í sambandi við viðgerð.
 
05.01.2023 - 08:30

Broytingar eru gjørdar í donsku lógunum um "anvendelse af tvang i psykiatrien."

Tí er neyðugt dagføra føroyska lógarverkið, so samsvar er millum lógirnar í Danmark og í Føroyum.

Heilsumálaráðið hevur sent til hoyringar ætlaðu broytingarnar, sum eru í uppskoti um ríkislógartilmæli.

 

Betri rættindi

Endamálið við uppskotinum er at betra um rættindi hjá sjúklingum, sum eru í Psykiatriska deplinum í Landssjúkrahúsinum.

Teir skulu hava betri rættindi, tá tvingsil verður brúkt í sambandi við viðgerð. 

Og Føroya kærustovnur kemur í staðin fyri "Det Psykiatriske patientklagenævn" 1. juli í ár. Galdandi lóggáva í Føroyum kom í 2009 og er broytt eina ferð, tað var í 2012.

Mett verður, at nýggja fyriskipanin fer at kosta landinum 140.000 kr. um árið. Í ár fer hon at kosta 70.000 kr, tí lógarbroytingarnar skulu koma í gildi 1. juli. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238