Hava heimild at taka avgerð um virksemi í alivinnuni

Hava heimild at taka avgerð um virksemi í alivinnuni
Heimildin er grundleggjandi fortreyt fyri, at myndugleikarnir kunnu røkja sítt eftirlitsarbeiði og myndugleikaviðgerð, siga Starvsstovan og landsdjóralæknin
Greiðar heimildir eru til at hava eftirlit við virkseminum og taka avgerðir um virksemið í føroysku alivinnuni, siga Starvsstovan og landsdjóralæknin. (Savnsmynd)
 
11.01.2023 - 08:33

Vinnukærunevndin ógildaði eina avgerð hjá Landsdjóralæknanum, tí feilir vóru í málsviðgerðini og tí eisini í avgerðini. 

Millum annað var alifyritøkan ikki hoyrd um metingina um lúsastøðuna, sum landsdjóralæknin var noyddur at gera, tí alifyritøkan ikki hevði gjørt neyðugu lúsateljingarnar. 

Landsdjóralæknin noktaði einum alara at seta út tvær milliónir smolt, sum hann søkti um.

 

Vístu til lúsastøðuna

Heilsufrøðiliga starvsstovan og landsdjóralæknin góvu bara loyvi til hálva aðru millión.

Tey vístu til lúsastøðuna.

Men Vinnukærunevndin, sum fekk kæru frá alaranum, kolldømdi hesa avgerð.

Advokaturin hjá alaranum segði, at hvørki rakstrarkunngerðin ella lúsakunngerðin geva Heilsufrøðiligu starvsstovuni og landsdjóralæknanum grundarlag til at skerja smoltútsetingina ein fjórðing.

 

Heimildin er í lagi

Men heimildin at taka avgerðir um slíkar umsóknir er í lagi, siga Heilsufrøðiliga starvsstovan og landsdjóralæknin.

Tey siga, at tey hava heilt greiðar heimildir til at hava eftirlit við virkseminum og taka avgerðir um virksemið í føroysku alivinnuni. 

Henda heimild er ein grundleggjandi fortreyt fyri, at myndugleikarnir kunnu røkja sítt eftirlitsarbeiði og myndugleikaviðgerð.

Heilsufrøðiliga starvsstovan og landsdjóralæknin siga eisini, at Vinnukærunevndin ofta hevur staðfest avgerðirnar hjá teimum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858