Loynilig skjøl eyðmýkja Biden politiskt

Loynilig skjøl eyðmýkja Biden politiskt
Forsetin er komin í somu støðu sum undanmaðurin, Donald Trump, ið eisini hevði loynilig skjøl í privatum goymslum
Joe Biden, forseti, er bilsin um, at skjølini vóru funnin á privatu skrivstovuni. Hann sigur seg samstarva við løgmálaráðið, sum nú kannar málið.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
12.01.2023 - 14:18

Hjálparfólk hjá amerikanska forsetanum, Joe Biden, hava funnið skjøl, sum eru stemplað loynilig, har tey ikki skulu vera.

Tað skrivar BBC.

Hetta er aðru ferð, at loynilig skjøl vera funnin á støðum við tilknýti til Biden, har tey ikki skulu vera.

Í november komu 10 slík skjøl undan kavi á einari privatari skrivstovu, sum Biden brúkti, tá hann var farin frá sum varaforseti í stjórnini hjá Barack Obama.

Í skjølunum vóru fregnartænastuupplýsingar og viðmerkingar í sambandi við Ukraina, Iran og Bretland frá tíðini hjá Biden sum varaforseti.

Tað er ikki greitt, nær ella hvar nýggju loyniligu skjølini vóru funnin.

 

Donald Trump, fyrrverandi forseti, er eisini avdúkaður fyri at hava loynilig skjøl. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Politisk eyðmýking

Málið um skjølini, sum eru stemplað loynilig, er politiskt eyðmýkjandi fyri Biden.

Í løtuni verður undanfarni forsetin, Donald Trump, kannaður fyri at vera óskettin við skjølum, sum eru stemplað loynilig. 

Tá FBI gjørdi húsarannsókn í heiminum hjá Trump í Florida í fjør, vóru fleiri enn 10.000 loynilig skjøl funnin, sum ikki vóru latin amerikanska tjóðskjalasavninum, soleiåðis sum tey eiga.

Sambært BBC, hava hjálparfólkini hjá Biden sjálvi boðað tjóðskjalasavninum frá skjølunum, og Biden segði seg týsdagin vera bilsnan, at hesi skjølini vóru á hansara privatu skrivstovu.

Hann segði seg eisini samstarva við løgmálaráðið, sum nú kannar málið.

Hvítu Húsini hava ikki gjørt viðmerkingar til seinastu skjølini, sum eru komin undan kavi.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558