Kanningarleiðari kannar mál um Biden og loynilig skjøl

Kanningarleiðari kannar mál um Biden og loynilig skjøl
Amerikanski forsetin sigur seg vera bilsnan um, at skjøl eru funnin á síni privatu skrivstovu
Skjøl eru eisini funnin í bilskúrinum heima hjá Joe Biden í Wilmington í Delaware.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
13.01.2023 - 11:33

Amerikanski løgmálaráðharrin, Merrick Garland, hevur tilnevnt ein serliga kanningarleiðara, nú skjøl, sum eru stemplað loynilig, eru funnin á eini skrivstovu, sum Joe Biden, forseti, brúkti í Washington, eftir at hevði verið varaforseti hjá Barak Obama.

Skjøl eru eisini funnin í bilskúrinum heima hjá Joe Biden í Wilmington í Delaware.

Í skjølunum vóru fregnartænastuupplýsingar og viðmerkingar í sambandi við Ukraina, Iran og Bretland frá tíðini, Biden var varaforseti.

 

Robert Hur skal kanna málið loyniligu skjøl, sum eru funnin hjá Joe Biden, forseta. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Málið um skjølini, sum eru stemplað loynilig, er politiskt eyðmýkjandi fyri Biden.

Biden segði seg týsdagin vera bilsnan, tá ið hann gjørdist varugur við, at skjølini vóru á síni privatu skrivstovu. Hann segði seg eisini samarbeiða við løgmálaráðið, sum nú kannar málið.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

13012023_Biden

 

Tá FBI gjørdi húsarannsókn í heiminum hjá Donaldi Trump í Florida í fjør, funnu tey fleiri enn 10.000 loynilig skjøl, sum ikki vóru latin amerikanska tjóðskjalasavninum, sum tey av røttum áttu at verið.

Sambært BBC, hava hjálparfólkini hjá Biden sjálv boðað tjóðskjalasavninum frá skjølunum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087