Søgnin um kópakonuna verður gjørd til danskan spælifilm

Søgnin um kópakonuna verður gjørd til danskan spælifilm
Viðurkendi danski filmsleikstjórin Tea Lindeburg ætlar sær at gera kendu føroysku søgnina um kópakonuna um til ein spælifilm
Søgnin um kópakonuna í Mikladali verður nú gjørd til ein danskan spælifilm
Mynd: faroeislands.fo/Nicole Franken  
 
24.01.2023 - 21:00

Danska Tea Lindeburg setti av álvara sína yrkisleið sum filmsleikstjóri á skinnarar við væl umtóktu NetFlix-røðini "Equinox" frá 2020 og síðani  filminum "Du som er i himlen" í 2021. 

45 ára gamli filmsleikstjórin hevur nú kastað sín listarliga kærleika á føroysku søgnina um kópakonuna.

Sambært heimasíðuni Kino.dk, so fer næsti filmurin hjá Teu Lindeburg at snúgva seg um eina vanlukkuliga kærleikssøgu, har kópar hava høvuðsleiklutin. 

 

The Seal Women

Tea Lindeburg hevur sjálv skrivað handritið til filmin "The Seal Woman", sum tekur støði í føroysku søgnini um kópakonuna. 


Søgnin um kópakonuna stavar úr Mikladali á Kalsoynni (Mynd: Esbern Christiansen)

Søgnin sigur, at kópar eru av fyrstan tíð komnir av fólki, sum sjálvt hevur stoytt seg oman og forkomið sær í sjónum.

Eina ferð á hvørjum ári, og tað er á trettandu nátt, sleppa teir at lata seg úr bjálvunum og eru tá líkir øðrum menniskjum; teir hava tá til gamans at dansa og spæla á manna vísi á hellunum, í fjøruni og inni í látrunum.

 

Egin tulking av sagnini

Filmurin "The Seal Woman" er ein nýtulking av søgnini, hóast nógv eisini minnir um.

Filmurin fer at snúgva seg um Aske, ið vil møta sínari deyðu konu aftur.

Aske fer tískil til staðið, har kópar aftur vera til fólk á trettandu nátt, og í eini roynd at halda fast í síni deyðu konuna, so hon ikki fer aftur til havs, goymir Aske kópahúð hennara. 

Í fyrstani minnist konan ikki teirra tíð saman, men smátt um smátt byrjar hon at fáa sítt minni aftur, og tað avdúkar eina myrka og søgu hóttafall frá fortíðini. 


(Mynd: Esbern Christiansen)

 

Óvist um Føroyar vera staðsetingin

Kino.dk greinar seg fram til, at talan verður um ein rættiliga myrkan ævintýrfilm í fantasy-sjangruni. 

Hóast filmurin snýr seg um kanska kendastu føroysku sagnina, so er enn ógreitt, um filmurin verður tikin upp í Føroyum. 

Kino.dk skrivar, at upptøkurnar eftir ætlan skulu byrja næsta ár "et sted i Nordatlanten". Um tað er Føroyar ella Ísland, mugu vit bara gita um.

Givið er tó, at filmurin fer ikki at minka um ferðafólkastreymin út í Kalsoynna, har kópakonan stendur í øllum briminum í fjøruni í Mikladali.

 

Til ber at lesa søgnina um kópakonuna, sum V.U. Hammer festi hana á blað í "Færøsk Anthologi I” í 1891, á heimasíðuni Snar.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. januar
Jambalaja - 240126
203176
Leygardag 24. januar
Vikugesturin: At fáa tað besta burturúr
203171
Leygardag 24. januar
Vikan 24. januar 2026
203169
Leygardag 24. januar
Upp á tá - 230126
203165
Leygardag 24. januar
Morgunlestur leygardagur 24.januar 2026
202881
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979