Útlendingar í snarskipanini hava eisini rætt til útgjald

Útlendingar í snarskipanini hava eisini rætt til útgjald
Magni á Deild Olsen, stjóri í ALS, sigur, at tað er ein lógartryggjaður rættur fáa útgjald úr fiskavirkisskipanini
Útlendingar, sum koma til Føroya gjøgnum Fast Track, hava eisini rætt til pening út fiskavirkisskipanini, tá einki fiskaarbeiði er. (Savnsmynd)
 
27.01.2023 - 18:05

Útlendingar, sum koma til Føroya gjøgnum snarskipanina Fast Track, fáa eisini útgjald úr fiskavirksskipanini. 

Tað staðfestir stjórin í ALS eftir kjak í Breddanum í gjár um fiskivirkisskipanina, har ein løgtingslimur vildi vera við, at útlendingar fáa ikki pengar úr skipanini. 

Jørgen Niclasen segði í Breddanum, at tað ber ikki til hjá útlendingum, sum eru komnir til Føroya gjøgnum snarskipanina, at fáa útgjald úr fiskavirkisskipanini.

 

Magni á Deild Olsen er stjóri í ALS.

 

Hesum vísir stjórin í ALS aftur.

Magni á Deild Olsen sigur, tað er ein lógartryggjaður rættur eftir verandi skipan, at útlendingar, ið koma til Føroya at arbeiða á fiskavirki, fáa útgjald úr fiskavirkisskipanini, eisini um teir koma gjøgnum Fast Track.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

27012023_Magni_a_Deild_um_Fast_Track

 



 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938