Danmark vann HM fyri triðju ferð á rað og skrivaði hondbóltssøgu

Danmark vann HM fyri triðju ferð á rað og skrivaði hondbóltssøgu
Rasmus Lauge og breiddin á danska landsliðnum tryggju Danmark HM-sigur fyri triðju ferð á rað við 34-29 sigri á Fraklandi í Stokkhólmi
Danmark skrivaði søgu sum fyrsta manslandslið í hondbólti, ið hevur vunnið HM tríggjar ferðir á rað
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
29.01.2023 - 21:34

Tað vóru heimsins bestu hondbóltslandslið við monnum, ið brustu saman í Stokkhólmi í HM-finaluni í kvøld. 

Danmark og Frakland spældu eina sera góð og spennandi finalu. 

Danmark legði frá landi sum eitt óløgi, og donsku hvirluvindarnir á bakkunum, Simon Pytlick og Mathias Gidsel, buldraðu bóltarnar í málið. 

Og í danska málinum byrjaði Niklas Landin sera væl og pilkaði glansin fullkomiliga av fronsku leikarunum.

 

Nikola Karabatić var ikki klárur

Frankland byrjaði við sterku, men eisini skaddu heimstjørnuni Nikola Karabatić á vøllinum, og tað var ein feilur. 

Nikola Karabatić var eyðsæð ikki klárur til dystin, og tá hann varð skiftur út við Elohim Prandi, byrjaði Frakland at eta seg inn aftur í dystin. 

Orkan tóktist fara eitt sindur av Pytlick og Gidsel, og Mikkel Hansen var sera afturhaldandi. 

Tá farið varð til hálvleiks var Danmark, ið tíðliga í fyrra hálveiki hevði verið frammanfyri við fýra málum, bert eitt mál frammanfyri. 


Jóhan á Plógv Hansen á bonkinum

Taktikkurin hjá dønum gjørdi enn einaferð, at Jóhan á Plógv Hansen í stóran mun var áskorðari á bonkinum hjá dønum. 

Seinastu dystirnar hevur danski landsliðsvenjarin, Nikolaj Jacobsen, valt at brúka sterka bakkin Niclas Kirkeløkke á vonginum, so hann kann verja á bakkplássinum.

Harvið fær stóra stjørnan hjá dønum, Mathias Gidsel, eitt sindur av hvíld í verjupartinum. 

Jóhan á Plógv Hansen kom inn eina løtu í seinna hálvleiki og fekk eisini ein gyltan møguleika men brendi, og so fór hann aftur á bonkin. 

 

Einmansherurin Rasmus Lauge 

Mikkel Hansen varð settur á bonkin í seinna hálvleiki, og inn kom Rasmus Lauge, ið hevur verið skaddur í mánaðunum upp til HM. 

Við 10 málum í seinna hálvleiki var Rasmus Lauge ein einmansherur, ið tryggjaði Danmark HM-sigurin, tá luftin var farin úr Mathias Gidsel, Mikkel Hansen og Simon Pytlick. 

Breiddin hjá Danmark avgjørdi dystin, tí eisini Kevin Møller í málinum og Mads Mensah og Simon Hald komu inn og vóru við til at avgera dystin í álopinum og verjuni. 

Tá danir høvdu brúk fyri einum avgerandi máli, so var tað stóra stjørnuskotið hjá dønum, 22 ára gamli Simon Pytlick, ið tók bóltin og bombaði bóltin í málið til stóra gleði frá gomlu hondbóltskempuni Mikkel Hansen. 

Endaliga málið hjá dønum skoraði Mathias Gidsel, ið eisini gjørdist toppskorari, til endaliga úrslitið 34-29 til Danmark. 

Jóhan á Plógv Hansen - føroyingurin á danska landsliðnum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. mars
Morgunlestur týsdagur 3.mars 2026
204717
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Mánadag 2. mars
Nú er liðugt við small talk!!
205023
Mánadag 2. mars
Morgunlestur mánadagur 2.mars 2026
204715
Sunnudag 1. mars
Bolero 01 mars 2026
204993
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044
Sunnudag 1. mars
Andakt við Anton í Liljudali
204987
Sunnudag 1. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
204623
Sunnudag 1. mars
Estetiskur fimleikur, 2. steypakapping
204977