Novo Nordisk hevði 75 milliardir í vinningi í fjør

Novo Nordisk hevði 75 milliardir í vinningi í fjør
Umsetningurin hjá heilivágsfyritøkuni í 2022 var 177 milliardir krónur.
Úrslitið hjá Novo Nordisk í fjør setti met, og var 15 prosent betri enn í 2021.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
01.02.2023 - 08:46

Heilivágsfyritøkan Novo Nordisk hevði 74,8 milliardir krónur í vinningi í fjør.

Úrslitið setur met, og er 15 prosent betri enn í 2021.

Ársroknskapurin hjá Novo Nordisk var lagdur fram í morgun.

Samlaði umsetningurin hjá Novo Nordisk í 2022 var 177 milliardir krónur.

 

Diabetesheilivágurin eigur framvegis størsta partin av góða úrslitinum hjá Novo Nordisk.

 

Insulinsølan vaks 11 prosent

Tað er enn sum áður diabetesheilivágur, sum eigur størsta partin av góða úrslitinum hjá Novo Nordisk. Sølan av insulini er vaksin 11 prosent samanborið við 2021, og diabetesheilivágurin GLP-1 er vaksin heili 42 prosent í sølu, stendur í ársroknskapinum.

Novo Nordisk skjýtur upp, at 8 krónur og 15 oyru verða latin í vinningsbýti fyri hvørt partabræv.

Novo Nordisk væntar eisini, at vøksturin heldur fram í ár, og at hann verður millum 13 og 19 prosent, bæði í sølu og rakstri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327