Føroysk tiltøk móti Russlandi á málsøkjum, sum ikki eru yvirtikin

Føroysk tiltøk móti Russlandi á málsøkjum, sum ikki eru yvirtikin
Tiltøkini kunnu hava við sær, at russiskar ognir í Føroyum verða frystar, og at fólk ikki fáa innferðarloyvi
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, sigur, at tað hevur týdning fyri Føroyar at vísa, at vit fylgja somu revsitiltøkum sum restin av Evropa
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.02.2023 - 13:44

Føroyar fylgja yvirhøvur teimum revsitiltøkum, sum ES hevur sett móti Russlandi og Hvítarusslandi, tá talan er um málsøki, sum Føroyar hava yvirtikið. 

Men tá talan er um revsitiltøk á málsøkjum, sum vit ikki hava yvirtikið, kunnu Føroyar ikki seta revsitiltøk í verk.

Tað ætlar danski vinnumálaráðharrin, Morten Bødskov, at broyta við lóg, sum ger, at ES-revsitiltøk móti Russlandi og Hvítarusslandi á málsøkjum, sum ikki eru yvirtikin, eisini verða galdandi fyri Føroyar. At talan er um ES-revsitiltøk kemst av, at Danmark er limur í ES og tí fylgir tiltøkunum hjá ES.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður við uttanríkismálum, sigur, at tað hevur týdning fyri Føroyar at vísa, at vit fylgja somu revsitiltøkum sum restin av Evropa, og at vit seta somu tiltøk í verk, eisini tá ið ræður um málsøki, sum ikki eru yvirtikin.

 

Morten Bødskov, vinnumálaráðharri. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Pengar og marknaeftirlit

Millum hesi eru pengamál og marknaeftirlit, og nýggja lógin skal gera, at ES-revsitiltøk, sum til dømis at frysta russiskar ognir í Føroyum, og at nokta fólkum innferðarloyvi, eisini skulu vera galdandi í Føroyum.

Høgni Hoydal vísir á, at hetta átti at verið gjørt longu í undanfarna samgonguskeiði, men hann leggur dent á, at vit eiga at tryggja okkum, at føroyskir myndugleikar eru við í allari tilgongdini.

Hann sigur, at vit mugu seta somu tiltøk í verk, sum restin av Evropa ger. Tað gera vit longu í stóran mun á teimum økjum, sum eru yvirtikin, men sum er, ber tað ikki til at gera tað á ikki-yvirtiknum økjum, tí Føroyar hava ikki heimild til at gera lógir á hesum økjum.

Lógaruppskotið er til hoyringar fram til 8. februar, og miðað verður eftir at leggja tað fram 14. mars. Ætlanin er, at málið skal viðgerast samstundis í løgtinginum og fólkatinginum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. januar
Vikuskiftið 23 januar 2026
203158
Fríggjadag 23. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Miké Thomsen
203131
Fríggjadag 23. januar
EM tíðindi 23. januar 2026
203127
Fríggjadag 23. januar
Reform UK
203122
Fríggjadag 23. januar
Morgunlestur fríggjadagur 23. januar 2026
202879
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979