Apoteksverkið afturkallar heilivág fyri bruna

Apoteksverkið afturkallar heilivág fyri bruna
Dicillin Sandoz 500 mg, sum eru kapslar móti bruna, kunnu innihalda multimótstøðuførar CPO-bakteriur, og skal tískil latast apotekinum aftur
Soleiðis sær heiliváguruin, Dicillin Sandoz, sum nú er afturkallaður, út
 
07.02.2023 - 07:49

Apoteksverkið afturkallar vøruna Dicillin Sandoz 500 mg, sum eru kapslar móti bruna, og heitir á tey, sum taka hendan heilivág, at fara aftur á apotekið við honum og fáa annað slag í staðin. 

Danska heilivágsstýrið hevur gjørt vart við, at nakrir fáir sjúklingar, sum hava verið í viðgerð við nevnda heilivági, eru smittaðir við multimótstøðuførum CPO-bakterium.

Talan er um níggju sjúklingar, sum hava fingið staðfest bakteriurnar í tíðarskeiðinum frá oktober í 2022 til januar 2023.

 

Fáa nýggjan heilivág

Ábendingar eru um, at tað er heilivágurin, Dicillin 500 mg frá Sandoz, sum er orsøkin.

Hetta verður í løtuni kannað nærri, og tískil er heilivágurin tikin av hillunum fyribils, skrivar apotek.fo.

Apoteksverkið sigur, at tað er umráðandi, at fólk, sum eru í viðgerð fyri bruna, ikki steðga viðgerðini, men lata heilivágin inn aftur á apotekið og fáa útflýggjað nýggjan heilivág.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 5. juni
Vikuskiftið 5 juni 2026
209362
Fríggjadag 5. juni
LEITISSTEIN 05.06.2026 (Kóboykex)
209353
Fríggjadag 5. juni
Morgunlestur fríggjadagur 5.juni 2026
208844
Hósdag 4. juni
RagnarRokk 4.juni 2026
208850
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233