Nógvar avlýsingar og broytingar: Smyril siglir av Havnini klokkan 11

Nógvar avlýsingar og broytingar: Smyril siglir av Havnini klokkan 11
SSL bindur um heilan fingur og brynjar seg til, at veðrið, sum longu er ringt, fer at versna út á dagin
Ringa veðrið ávirkar bæði siglingina hjá Oyggjaleiðunum og koyringina hjá Bygdaleiðum
Mynd: Savnsmynd  
 
07.02.2023 - 07:32

Longu nú er nógvur vindur og ringt veður, men sambært forsøgnunum skal veðrið versna út á dagin. 

Hetta fær ávirkan á bæði bygda- og oyggjaleiðirnar, sigur Dánjal Samuelsen, ferðslusamskipari hjá Strandfaraskipum landsins

 

Smyril fer úr Havn kl. 11

Smyril verður eftir ætlan í Havn klokkan 9, men loysir longu aftur klokkan 11 og ikki klokkan 13, sum annars stendur í ferðaætlanini. 

So verður Smyril lagdur fyri dagin, tá skipið kemur aftur til Trongisvágs.

Tað er enn óvist, hvussu tað verður við siglingini hjá Smyrli í morgin, sigur Dánjal Samuelsen, ferðslusamskipari. 

Hasfjord, ið siglir við farmi á Sandoyarleiðini, siglir ikki í dag, og tað ger Herjolfur, ið siglir við farmi á Suðuroyarleiðini, heldur ikki. 

 

Nógvar avlýsingar hjá Bygdaleiðum

Bussarnir hjá Bygdaleiðum koyra fyrrapartin, men frá á middegi vera nógvar avlýsingar á flest øllum leiðum, sigur Dánjal Samuelsen. 

Ferðslusamskipari hjá Strandfaraskipum Landsins mælir fólki til at fara inn á heimasíðuna hjá SSL og kunna seg um, hvussu ringa veðrið ávirkar koyringina hjá bussunum hjá Bygdaleiðum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. juni
Skratsj 24. juni 2026
210120
Mikudag 24. juni
Morgunlestur mikudagur 24.juni 2026
209940
Týsdag 23. juni
Millum tøkini #11: Jóansøka
210084
Týsdag 23. juni
Morgunlestur týsdagur 23.juni 2026
209939
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980